- Við einum framfýsnum flóttafólkapolitikki, kann eykarokningin til føroyska landskassan skjótt verða einar 160 milliónir krónur um árið – hvørt ár. Tað staðfestir Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Eisini hann leggur seg út í kjakið um flóttafólk í Føroyum og hann dylir ikki fyri, at hann er ikki samdur við floksfelagan og partamannin, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, sum heldur, at vit eiga at taka ábyrgd á økinum. - Tað er ikki ókeypis at yvirtaka útlendingamál og at gerast ein altjóða spælari á flóttafólkaøkinum, staðfestir fólkatingsmaðurin.
Hann vísir á, at tøl frá danska Rockwool Grunninum vísa, at tilflytarar frá ikki-vestanlondum, kostaðu danska ríkiskassanum 16,6 milliardir krónur í fjør. - Hetta svarar til umleið 26 ríkisveitingar til Føroya eftir bert einum ári.
Hann staðfestir at landskassin er longu ovbyrjaður frammanundan. Men ein framsøkin flóttafólkapolitikkur í Føroyum, kann landskassin fáa eina rokning á upp til 160 milliónir krónur – hvørt ár!
- Hvaðani skulu teir pengarnir koma Hvar skal sparast ella skerjast í vælferðini, ella hvussu nógv skal skatturin hækka, spyr fólkatingsmaðurin. Hann heldur at hetta mugu tey, sum vilja yvirtaka útlendingaøkið, og hava flóttafólk til Føroya, svara upp á.
- Ríkið hevur higartil tikið sær av flóttafólkapolitikkinum undir góðum og skipaðum umstøðum, hóast málsøkið er sera krevjandi og kostnaðarmikið, sigur Edmund Joensen.
Les meiri um sjónarmiðini hjá fólkatingsmanninum við at trýsta HER
- Vilja Føroyar hava ein virknari leiklut á hesum øki, skal virkast innan karmarnar á flóttafólkapolitikkinum hjá ríkinum sum heild, og í tøttum samstarvi við ríkismyndugleikarnar, sigur Edmund Joensen.
- Enn sum áður er alt tos um at yvirtaka, er ikki annað enn forlorið bringuprýði hjá loysingarmonnum, ið vilja spæla sær við Føroyum og okkum, ið her búgva, sigur Edmund Joensen.
|