Tað fer at kosta 1,8 krónur afturat um árið at lata skipini hjá Strandferðsluni sigla langa fríggjadag, páskadag og jóladag.
Tað hevur Strandferðslan roknað út, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi um at Strandferðslan skal siga hvønn dag í árinum.
Sum er, heldur Strandferðslan frí langa fríggjadag, páskadag og jóladag og tað halda tey bæði ikki hoyrir heima í dagsins samfelagi.
Í hesum sambandi hevur Strandferðslan gjørt eitt yvirlit yvir, hvat tað fer at kosta at sigla hvønn dag í árinum.
Og úrslitið er, at tað fer at kosta 1.851.000 krónur at lata øll skipini hjá Strandferðsluni sigla hesar tríggjar frídagarnar eisini og at lata Bygdaleiðir koyra í sambandi við hesar eyka túrarnar.
Tað er annars upplýst, at tað fer at kosta 2,2 milliónir krónur, men tað er ein misskiljing, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Tað vísir seg nevniliga at páskadagur liggur inni í skipanini hjá Strandferðsluni sum fastlønardagur.
Tað merkir, at páskadagur er ein av teimum 52 føstu sunnudøgunum í skipanini hjá Strandferðsluni, og tískil hevði tað í øllum verið lutfalsliga bíligari at latið skipini hjá Strandferðsluni siglt páskadag, enn tað er at sigla hinar báðar dagarnar.
Hinvegin vísur Johan Dahl á, at tað ber til at lata Strandferðsluna sigla hvønn dag í árinum, uttan at tað verður neyðugt at lata henni eykajáttan.
Men so má Strandferðslan sleppa at gera neyðugu tillagingarnar, eitt nú at lækka túratalið ella at hækka prísin á ferðaseðlum.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at fer Strandferðslan at sigla og Bygdaleiðir at koyra langa fríggjadag, páskadag og jóladag, er ikki hugsandi, at krav somuleiðis fer at verða sett fram um, at eisini tyrlan skal flúgva.
- Tað fer at kosta 200.000 krónur eisini at lata tyrluna flúgva hesar dagarnar, sigur Johan Dahl.
Men tað eru eisini aðrir dagar, har Strandferðslan siglur og Bygdaleiðir koyra, men at ongin tyrluflúgving er og Johan Dahl sigur, at tað óvist, hvussu verður vorðið við teimum døgunum.
|