Seinnapartin í vórðu tilboðini upp á stóru havnarúrtbygginina í Havn, latin upp. Fimm tilboð komu inn, og nú er greitt, at J&K Petersen eigur lægsta tilboðið, sigur Tórshavnar kommuna.
J&K Petersen bjóðar sær at gera arbeiðið fyri slakar 387 milliónir krónur..
- Plásstrot hevur leingi verið á Eystaru bryggju, og tí verður bygt út bæði fyri at geva verandi vinnulívi betri karmar og fyri at skapa møguleikar fyri vøkstri og nýggjum virksemi, sigur kommunan
- Havnarøkið er grundarlagið undir øllum tænastum og arbeiðsplássum í tænastuvinnuni í býnum. Vit mugu framtíðartryggja havnarlagið og við hesum arbeiðsplássini, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini í eini fráboðan í kvøld
Eystara havnarøkið verður víðkað 95.000 fermetrar. Atløgusíðan, har dýpið er15 metrar, verður longd 880 metrar.
Tilboðini, sum komu inn, vóru:
J & K. Petersen: kr 386.826.599
Articon & Arsleff: kr 448.758.725
MT Højgaard: kr 593.872.000
TG Verk & Suðurverk: kr 793.868.643
Munck & OHL/LNS Saga & LNS: kr 505.219.402
Aftrat hesum prísinum verður grót keypt frá Búnaðarstovuni, og so koma útreiðslur til verkætlan, eftirlit og trygging, afturat.
Tórshavnar havn fer nú at kanna tilboðini saman við ráðgevanum, LBF, og síðani verður málið fyrireikað til politiska viðgerð.