Sum stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar og í TF Holding fær Regin Hammer 171.000 krónur um mánaðin – góðar tvær milliónir krónur um árið.
Í dag er hann sagdur úr starvi. Tað merkir, at hann fær hesa løn teir næstu 24 mánaðirnar, hóast hann hesa tíðina als einki hevur við sítt nú fyrrverandi arbeiðspláss at gera.
Les eisini: Tryggingin koyrt stjóran til hús
Sambært roknskapinum hjá TF Holding fyri 2014 sæst, at stjórarnir í TF Holding, teir eru Regin Hammer og Suni Schwarts Jacobsen, hava rætt til løn í 24 mánaðir, um teir verða uppsagdir, og 3 mánaðir, um teir sjálvir siga seg úr starvi.
Tí fær Regin Hammer gott og væl 4 milliónir krónur í løn í uppsagnartíðini.
(Nevnast skal, at nevndu tølini eru úr roknskapinum fyri 2014 – og kunnu tí vera nakað hægri)
Skuldi nevndin í TF Holding og nevndin í Eik funnið upp á somuleiðis at sent Súna Schwartz Jacobsen til hús, so hevði hann fingið góðar 6,1 millión krónur í løn – ella 254.000 krónur í løn um mánaðin í 24 mánaðir.