Tann methøgi oljuprísurin í løtuni kemur sera illa við hjá øllum, sum brúka olju.
Ein stovnur, sum brúkar nóva olju er Strandfeðslan.
Og eisini hjá Strandferðsluni koma teir høgu prísirnir sera illa við, tí oljan hevur ført nógv størri eykaútreiðslur við sær, enn roknað var við.
Reidar Nónfjall sigur, at sum gongdin hevur verið, verða útreiðslurnar hjá Strandferðsluni til olju einar 2,5 milliónir hægri, enn mett var á fíggjarætlanini fyri í ár.
Hann sigur, at stovnurin hevði sett 10 milliónir av til olju.
Men sum gongdin hevur verið higartil, fara oljuútreiðslurnar upp um 12 milliónir.
Reidar Nóngjall sigur, at fíggjarætlanin fyri í ár varð longu løgd í mai mánaða í fjør, so metast skal um gongdina rættiliga langt fram í tíðina.
Og tað er onki yvir at dylja, at prísurin á olju er hækkaður nógv meiri enn nakar hevði roknað við.
Og tá ið skipini hjá Strandferðsluni brúka nógva olju, eru prísbroytingar á olju eitt, sum stovnurin merkir rættiliga væl.
Stjórin sigur, at burtursæð frá oljuprísinum hevur fíggjarætlanin hjá stovninum hildið rættiligavæl.
Má fáa eykajáttan
Strandferðslan hevur tríggjr møguleikar at vinna meirútreiðsluna av hækkaðu oljuprísinum inn aftur.
Antin má tænastustøðið lækkað, tvs, at skipini skulu sigla færri túrar, ella mugu prísirnir á ferðaseðlunum upp.
Men hesar báðar møguleikarnar er ikki politiskur vilji til, hevur stovnurin fingið at vita fleiri ferðir.
Triði møguleikin er so, at Strandferðslan fær eina eykajáttan.
Reidar Nónfjall sigur, at hann hevur longu í summar gjørt vinnumálastýrinum vart við trupulleikan og at oljuútreiðslurnar fara at vera væl hægru í ár enn mett.
So stendur tað til politiska viljan at ger av, um Strandfeðrslan skal fáa eykajáttan, ella ikki.