Koyr »Bládýpið« út á keiina til hinar bingjurnar
Hóast altjóða listaheimurin metir »Bládypið« hjá Trónda Patursson sum ein listarligan dýrgrip, vil Føroya Listasavn ikki vita av verkinum, sum nú er stongt.
- Koyr »Bládýpið« út á keiina, har tað hóskar betri millum allar hinar bingjurnar, sigur leiðarin á Listasavninum, Helgi Fossadal
<InvalidTag content="" name="Titel" />
<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />
<o:p> </o:p>
Verkið er størsta attraktiónin á Randers Kunstmuseum; á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn er hetta tað fyrsta, gestirnir møta. Og í gjár kom fyrispurningur úr Hollandi um at lána verkið til listarligu heimsframsýningina í 2011. Talan er um listaverkið »Bládýpið« hjá Tróndi Patursson, sum eisini er at finna uttan fyri okkara egna tjóðarsavn, Føroya Listasavn.<o:p></o:p>
Men her heima vil leiðarin á listasavninum ikki lova gestunum at uppliva høgt metta listaverkið.<o:p></o:p>
Tað fingu vit staðfest, tá vit herfyri ætlaði at vitja »Bládýpið« uppi á Føroya Listasavni. Hurðin inn til verkið var stongd, og í móttøkuni bar heldur ikki til at fáa útflýggjað ein lykil.<o:p></o:p>
Og eftir øllum at døma eru vit ikki tey einastu, sum eru komin á stongdar dyr í føroysku útgávuni av sermerkta listaverkinum. Sambært listamanninum Tróndi Patursson ringja ferðafólk, skúlaflokkar og onnur javnan til hansara og spyrja, hvussu tey kunnu sleppa inn í »Bládýpið«, tí eisini tey hava fingið noktandi svar, tá tey hava spurt á Føroya Listasavni.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
»Eg lati hana ikki upp«<o:p></o:p>
Og listamaðurin stendur líka spyrjandi, sum útistongdu og undrandi gestirnir.<o:p></o:p>
- Eg havi latið Føroya Listasavnið verkið sum gávu og handað leiðaranum Helga Fossadal, lyklarnar til tað. Har fylgir eisini ein kontrakt við, sum sigur, at gestir á Listasavninum skulu hava atgongd til verkið,  sigur Tróndur Patursson, sum ikki skilur, hvat gongur fyri seg.<o:p></o:p>
Sjálvur er hann eina ferð sloppin at lána lyklarnar aftur frá leiðaranum, tá eitt útlendskt listafólk, sum sýndi fram á Listasavninum, ynskti at síggja verkið, men annars ber ikki til at sleppa framat lyklunum hjá leiðaranum.<o:p></o:p>
- Eg lati hana ikki upp, er greiða svarið, vit fáa frá Helga Fossadal, sum eisini vil vera við, at ongin slík kontrakt um atgongd til »Bládýpið« er til.<o:p></o:p>
- Tað er ikki rætt. Eg havi eitt kopi av kontraktini, og tað hevur stýrið fyri Listasavnið eisini, sigur Tróndur Patursson, sum er burturstaddur í løtuni.<o:p></o:p>
Kontrakt ella ikki, so minnir Helgi Fossadal á, at tað ikki er heilt vandaleyst at lata fólk ganga inn og út úr eini bingju úr glasi, og tí kann hon ikki standa opin uttan eftirlit. At útflýggja gestum ein lykil, metir hann heldur ikki vera eina brúkiliga loysn, hóast hetta er ein skipan, sum riggar væl við »Bládýpinum« á til dømis Bryggjuni í Keypmannahavn.<o:p></o:p>
- Hatta er ein bingja, og tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa lásið upp. Vit hava heldur ikki pláss fyri henni og vilja ikki hava ábyrgdina av henni, sigur Helgi Fossadal, <o:p></o:p>
Vildi tú ynskt, at tit høvdu pláss fyri henni?<o:p></o:p>
- Eg haldi, hon skuldi verið koyrd út á keiina, har hon hevði hóskað betri millum aðrar bingjur, sigur leiðarin á listasavninum, sum ikki rættiliga vil fyrihalda seg til, at bingjan er eitt listaverk og ikki bara ein bingja.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Stórfingið høvuðsverk<o:p></o:p>
Tað hevur leiðarin á Randers Kunstmuseum hinvegin eina rættiliga greiða meining.<o:p></o:p>
- »Bládýpið« er ikki ein bingja, men eitt ótrúligt listaverk og uttan iva høvuðsverkið hjá Tróndi Patursson, sigur Finn Terman Frederiksen, leiðari á Randers Kunstmuseum, sum eisini er listfrøðingur, umframt at hann hevur skrivað eina bók um listina hjá Tróndi Patursson.<o:p></o:p>
Á listasavninum í Randers hava tey nevniliga eisini eina útgávu av »Bládýpinum« av júst sama slag, sum tann á Føroya Listasavni - also í skapi av eini bingju. Har hava tey hinvegin gjørt pláss fyri verkinum inni á listasavninum, tí leiðarin er ikki í iva um, at tað er har, tað hoyrir heima. <o:p></o:p>
- Vit hava prioriterað hetta týðandi listaverkið sera høgt, og tað hoyrir í allar størsta mun heima á einum listasavni. Tað hevur best av at standa innandura, og tí hava vit eisini skapað neyðugt pláss fyri tí, sigur leiðarin á Randers Kunstmuseum og leggur afturat, at »Bládýpið« er uttan samanbering størsta listarliga attraktiónin hjá listasavninum í Randers.<o:p></o:p>
- Eg skal ikki blanda meg uppí, hvat tit gera í Føroyum. Men skal eg koma við einum góðum kollegialum ráði til leiðaran á Føroya Listasavni, so er tað at skapa pláss fyri verkinum inni á listasavninum, sigur Finn Terman Frederiksen.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Við á heimsframsýning<o:p></o:p>
Tað hevur Helgi Fossadal hinvegin ongar ætlanir um. Hóast tekningar longu fyriligga til útbygging av Føroya Listasavni, er onki pláss at hóma til høvuðsverkið hjá eitt av størstu føroysku listafólkunum. <o:p></o:p>
- Vit hava ongar ætlanir um at gera pláss fyri verkinum inni á Listasavninum ella á annan hátt  knýta »Bláðdýpið« til listasavnið. Sum sagt, so meini eg framvegis, at bingjan hóskar betri onkustaðni úti á keiini, sigur Helgi Fossadal.<o:p></o:p>
Men hví stendur hon so har uttanfyri Listasavnið?<o:p></o:p>
- Tað veit eg ikki. Tað er væl tí, Tróndur Patursson brúkar túnið hjá okkum sum parkeringsplass til bingjuna. Hann hevur jú verið runt alla møguliga staðini við hasi bingjuni, minnir leiðarin á Listasavninum á.<o:p></o:p>
Og tað er rætt, at verkið hevur verið víða um, tí áhugin fyri »Bládýpinum« er stórur. Tá tað longu í fjør frættist, at Helgi Fossadal vildi hava Tróndur Patursson at koma og fjerna bingjuna, fekk listamaðurin alt fyri eitt fleiri fyrispurningar frá listasøvnum uttanlands, sum fegin vildu hýsa verkinum.<o:p></o:p>
- Men eg vil hava, at »Bládýpið« skal vera í Føroyum. Eg havi latið listasavninum verkið sum gávu, og tí er tað ogn hjá føroya fólki, sigur Tróndur Patursson.<o:p></o:p>
So seint sum í gjár kom ein fyrispurningur úr Hollandi um at lána »Bládýpið«  til listarligu heimsframsýningna, sonevndu Bienaluna í 2011. Tað hevur listamaðurin onki ímóti, men verkið er heimahoyrandi í Føroyum, sigur hann.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
»Jarðarferðin« yvir á farstøðina ...<o:p></o:p>
Í løtuni bendir tó alt á, at føroyingar mugu leita sær út í heim, um teir vilja sleppa at uppliva listaverkið, tí leiðarin á listasavninum fer ikki at lata tað upp.<o:p></o:p>
- Fólk kunnu biðja Tróndur Patursson um ein lykil, um tey vilja inn, sigur Helgi Fossadal<o:p></o:p>
Men hann hevur jú handað tær lyklarnar?<o:p></o:p>
- Tað kann gott vera, men so má hann skifta lásið út, sigur leiðarin á Føroya Listasavni.<o:p></o:p>
Spurdur, hvat hann heldur um hugskotið at koyra »Bládýpið« út á keiuna til hinar bingjurnar. sigur Tróndur Patursson<o:p></o:p>
- Nei, tað haldi eg ikki er rætt. Tað svarar eitt sindur til at Listasavnið skilur seg av við eitt av høvuðsverkunum hjá Mikinies og til dømis koyrir »Jarðarferðina« yvir á farstøðina og letur onkran hanga málingin upp har. <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p> <o:p></o:p><o:p></o:p>
Listfrøðingar meina:<o:p></o:p>
Kosmisk rúmkensla<o:p></o:p>
Soleiðis lýsir Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, listaverkið »Bládýpið«
- Verkið Bládýpið hjá Tróndi Paturssyni er eitt høvuðsverk í føroyskari list. Tað er ein stórfingin uppliving at stíga inn í bláu bingjuna við inngongdina til Listasavn Føroya – ein “kosmisk rúmkensla” hevur onkur nevnt tað. Kenslan av tí endaleysa, av máttloysi og vektloysi er ørandi. Haldi ikki, at nakað listafólk megnar sum Tróndur Patursson at arbeiða við tí stórfingna. Hansara verk eru hvørki vøkur ella eiggilig, tey eru stórfingin sum nattúran er stórfingin.
- Tá tú stígur inn í Bládýpið ringir listaverkið seg um tín kropp – ja tekur ræði á kroppinum.
- Kanska gera verkini hjá Tróndi Paturssyni okkum var við ókendar síður av veruleikanum. Hann ger okkum var við okkurt, sum er eins fremmant sum alheimsins endaloysi er okkum fremmant. Eg veit ikki, men í hvussu so er tað stórfingna her, tí vit kunnu ikki stýra okkara egnu hugsanum og kenslum, tá vit standa í ella framman fyri einum av listaverkunum hjá Tróndi Paturssyni, og á tann hátt fer hansara list nærum út um alt listarligt mark.<o:p></o:p>
- Bládýpið er eitt tað besta dømi um, hvat Tróndur Patursson megnar sum listamaður.
<o:p> </o:p>
(Dimmalætting, 15.08.08)
<o:p> </o:p>
Millum Himmal og Helviti
Soleiðis lýsir Finn Terman Frederiksen, listfrøðingur, listaverkið »Bládýpið«, sum eisni verður nevnt »Kosmiska rúmið«
- Installatiónin »Kosmiska rúmið« setur orienteringsevni hjá teimum, sum koma inn, á eina harða roynd. Veggirnir, sum eru upplýstir útifrá, eru glasmálningar, meðan gólv og loft eru spegl. Upplivingin at standa í hesum løgna glas- og spegilsrúminum er bæði djúpt hugtakandi og rættiliga órógvandi. Tú kennir, at tú ikki heilt hevur fast undir fótum, tí gólvið speglar rúmið og teg sjálvan í eini endaleysari røð av endurtøkum, sum hvørva perspektiviskt í dypdini eins og í einum botnleysum tunnli.
- Uppi yvir høvdinum er eftir øllum at døma heldur onki loft, tí loftið er eisini ein endaleysur »tunnil« av speglingum uppeftir. Tú eins og sveimar frítt í eini elaevatorskakt - mitt millum himmal og helviti, um eg so má siga.
- Glasmálningarnir á síðuveggunum eru eitt marglitt spæl av abstraktum skapum, sum verða gjøgnumlýst útifrá og ger kensluna av at sveima í vektloysi í einum kosmiskum rúmi enn sterkari. At ganga inni í verkinum kennist sum nakað, ið ikki ber til, næstan sum at ganga á vatni.
- Upplivingin er so veruleikakend, at fólk við sterkum fobiium, verða rádd frá at fara inn í verkið: Tey risikera at uppliva tað sum eina ørandi marru!