Fyri døgum síðan greiddi Jacob Vestergaard frá í Sosialinum, at landsstýrið ikki ætlar at gera nakað við stuðulin til fiskivinnuna. Hesum tekur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, ikki undir við á nakran hátt.
– Stuðulsskipanirnar er til bága fyri samfelagsbúskapin, tí tað kann gera tað sama, hvussu nógvar toskar tú fært upp á land, um tú letur meiri pening í studningi til skipini, enn virðið av toskinum, so tey kunnu halda fram at bera seg.
So avgjørdur er Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, um ymisku stuðulsskipanirnar, sum fiskivinnan í løtuni fær.
– Jan Højgaard nevndi eisini í einum øðrum samanhangi, at summir fiskimenn bara fáa 40 krónur um tíman umborð. Hetta sigur mær ikki, at vit skulu lata monnunum pening, so teir kunnu vera verandi umborð. Tað sigur mær, at fiskimenninir skulu fara í okkurt annað stað, tí megnar tú bara at produsera fyri 40 krónur um tíman í Føroyum, so produserar tú ikki nóg mikið, staðfestir hann.
Jan Højgaard er formaður í fiskimannafelagnum.
Oyðileggja fyri hinar
Somuleiðis er Jóannes Jacobsen sannførdur um, at studningurin, ið verður latin fiskivinnuni oyðileggur lønsemið hjá hinum, sum eru í somu vinnu, og sum kundi vunnið pening.
– Hevði mann eina fría vinnu, so fóru tey vánaligastu og minst effektivu skipini á húsagang, og so var meiri eftir hjá hinum, sum kunnu fáa meiri burturúr. Hevði minstalønin ikki verið, fóru órentablu skipini ikki út at fiska, og so høvdu hini fingið meiri burturúr, sigur búskaparfrøðingurin.
Hann leggur afturat, at tað ongantíð kann loysa seg samfelagsbúskaparliga at stuðla vinnum, sum ikki bera seg. Heldur ikki, tá støðan er háttað sum í dag, tí hóast mann kundi argumenterað við, at mann vil halda fast við eina vinnu við stuðli, so hon kann vera klár, tá tilfeingi aftur er, so heldur Jóannes Jacobsen ikki, at hetta skal vera ein uppgáva hjá landinum.
– Tað eigur at vera ein spurningur millum fíggingarstovnar og vinnu. Tað kann ikki vera nakað, sum landið eigur at blanda seg uppí, sigur hann, hóast londini vit kappast við alla tíðina veita sínum tilfeingisvinnum stuðul.
Fiskur er sosial skipan
Hóast onnur lond veita sínum tilfeingisvinnum stórar peningarupphæddir fyri at halda teimum í gongd, so er tað als ikki ein gongd leið fyri Føroyar.
– Noreg letur stuðul til fiskivinnuna, fyri at fólk skulu búgva í ávísum økjum, og tað er tað sama í Norðurspania. Har ber tað til, tí vinnurnar eru so mikið lítlar, og eru eitt slag av sosialum tiltøkum. Soleiðis er ikki í Føroyum, tí tað er størsta vinnan, og júst tí, at fiskivinnan er so stór, so má hon rekast so optimalt sum gjørligt, greiðir Jóannes Jacobsen frá.
Vinnan kappast um fólk
Jóannes Jacobsen er eisini vísur í, at tað ikki er stuðulin, sum onnur lond veita síni fiskivinnu, sum hevur við sær, at føroyska fiskivinnan hevur trupulleikar.
– Treytirnar eru mest innan føroysku vinnuna, tí prísurin á heimsmarknaðinum er eitt faktum, mann ikki fær gjørt nakað við. Hinvegin er tað kappingin um fólk millum ymisku partarnar av Føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum hava nakað at siga. Tá tú kanst vinna meiri pening uppi á landi enn umborð, so fara fólk í land, og sjálvandi skal mann ikki noyða fólk umborð við at veita teimum stuðul, tá tað ikki loysir seg, staðfestir hann.
Tað almenna skal hjálpa øllum
Hinvegin heldur hann, at tað almenna skal seta inn í verri tíðum, men tað skal ikki gerast við at leggja peningin í eina ávísa vinnu.
– Tá tað gongur verri í einum landi, so skal tað almenna inn at tryggja borgararnar, men tað skal ikki gerast við at velja ein ávísan bólk burturúr. Tað skal vera eins allastaðni, og tí er tað vit hava skipanir sum arbeiðsloysisskipanina og so framvegis, greiðir Jóannes Jacobsen frá.
Hann leggur afturat, at tá tað gongur illa í summum vinnum, so eiga tað at vera aðrar, ið taka yvir.
Fiskurin ávirkar alt
Tó eru Føroyar í einum slagi av serstøðu, tí tá tað gongur illa í fiskivinnuni, so gongur tað eisini illa aðrastaðni, men loysnin til henda trupulleika er ikki at stríðast fyri at fáa meira upp á land, tá minni er.
– Tað sigur seg sjálvt, at tá lítið av fiski er, so nyttar onki at halda fram at týna stovnarnar, tí so verður profitturin minni, og tað er ikki ein spurningur um at hava so nógv fólk í vinnuni sum gjørligt. Tað er ein spurningur um at fáa so nógv sum gjørligt burturúr fiskinum, sum er, sigur Jóannes Jacobsen.
Stuðul ger støðuna verri
Sostatt er búskaparfrøðingurin sannførdur um, at stuðulin, ið verður latin fiskivinnuni bara ger støðuna verri, tí tað heldur skipunum, sum ikki geva avkast siglandi.
– Tú gevur partinum av fiskivinnuni, sum ikki loysir seg kunstigan andadrátt, og minkar um møguleikarnar hjá partinum av vinnuni, sum kundu loyst seg, tí marknaðurin skuldi nokk funnið útav, hvat loysir seg og ikki. Og tað er júst tí, tað ikki ber til at siga, at fiskivinnan koyrir illa, tí tað er sum at siga at kioskvinnan koyrir illa. Tað er sjálvandi munur á kioskum, og tað veldst alt um, hvar hon er og so framvegis. Tí er tað nevniliga, at vit skulu lata partin av vinnuni, sum ikki loysir seg, fara, tí so fær vinnan, sum loysir seg betri møguleikar, sigur búskaparfrøðingurin.