Koyr landsliðið úr Havnini

Føroyska manslandsliðið tapti greitt í báðum dystunum móti Ísrael, men avrikið var munandi betri enn móti Finnlandi. Í øllum førum á vøllinum

Landsdystir

Ísrael hevur í løtuni eina støðu sum nummar 14, tá tosast skal um sterkastu hondbóltstjóðirnar í heiminum. Og tað gekk heldur ikki long tíð í fyrra dystinum móti Føroyum, fyrr enn tað stóð greitt, at her var klassamunur á liðunum báðum.
Áðrenn føroyska liðið var komið fyri seg, høvdu gestirnir lagt seg á odda við átta máum, og so var líka sum greitt, at her gjørdist ikki tað stóra hjá føroyska landsliðnum. Við eini sannari bjørn í málinum tóku ísraelsmenn frá fyrsta bríksli pippið frá føroysku leikarunum. Hartil flutti verjan seg bæði skjótt og væl, soleiðis at tað gjørdist ógvuliga trupult við bæði gjøgnumbrots- og skotroyndum, og sum minuttirnir gingu, mundu áskoðararnir hugsa, hvussu ólukkan Føroyar yvir høvur skuldu fáa mál í dystinum.

Fingu væl burturúr
Tá alt kom til stykkis, so fingu Føroyar tó pynta hampuliga væl um úrslitið í hesum fyrra dystinum. Eftir ógvusligu byrjanina hildu okkara fast í trý korter, soleiðis at munurin ikki øktist, og sunnudagin var talan í einar 40 minuttir um spentar støður, har okkara høvdu gott tak á móstøðuni, sum tó dróg frá seinasta partin av dystinum.
Soleiðis gjørdist talan aftur hesa ferð um tvey greið tap hjá okkara monnum, men hóast hetta, so mundi heildarmetingin vera nakað væl betri, enn hon var eftir dygga tapið fyri Finnlandi seinasta vikuskifti.
Fyrst og fremst mundi betraða heildarmyndin koma av, at hesa ferð sóu áskoðaranrir nakrar føroyskar leikarar sum veruliga vildu vísa nakað. Bletturin frá Finnlands-dystinum skuldi vaskast burtur, og so mundi tað heldur ikki gera leikarunum nakað, at vónirnar frá almenninginum ikki vórðu settar so høgt upp hesaferð, sum tær vóru tað ímóti Finnlandi. Ikki minst kom hetta til sjóndar í Vestmanna, har leikararnir alla tíðina stríddust fyri einum líkinda úrsliti, sum teir partvíst eisini fingu.
Fyrst og fremst mundi júst hendan staðfestingin ? tað at leikararnir vildu ? vera tann týdningarmesta, nú dystirnir móti Belgia standa fyri framman. Tað var mest sum greitt undan hesum báðum dystunum móti Ísrael, at her høvdu føroyingarnir ikki tað stóra at siga, og tó at Føroyar trý tey korterini í fyrra dystinum og trý tey fyrstu í seinna dystinum spældu mest sum upp til mótstøðuliðið, so var sjónligt, at hinir høvdu eitt gear eyka í mun til okkara.

Kropsliga venjingin ger mun
Ein av orsøkunum til, at Føroyar ikki í størri mun megnaðu at halda fast í seinna dystinum mundi vera, at okkara leikarar ikki megnaðu at fylgja við, tá ferðin varð sett upp. Nakað sum kanska kundi bent á, at leikararnir ikki eru nóg væl fyri kropsliga, men hvussu var og ikki, so eru í øllum førum batar at hóma á økinum.
Sammett við støðuna fyri tveimum árum síðani, tá landsliðið fríggja- og sunnudag spældi ímóti Sveis, var munurin í øllum førum øgiligur. Ta ferðina var at kalla eingin stirðil eftir í føroysku leikarunum til seinna dystin, tí alt krútið varð brúkt fyrru ferðina, men soleiðis var tó ikki hesaferð.
Enn er tó langur vegur eftir, áðrenn okkara leikarar reint kropsliga kunnu standa seg, tá talan er um somikið sterk mótstøðulið, og hetta er eisini eitt arbeiði, sum tekur væl meira enn hálvt annað ár at fáa í rættlag. Men hóast alt ein hugalig staðfesting, at arbeiðið við hesum tykist bera ávøkstur.

Fyri tað mesta gott
Eitt er, at liðavrikið sum heild var munandi betri hesaferð, enn tað var í dystunum móti Finnlandi. Ein frotreyt fyri hesum ? ella kanska ein avleiðing av ? er so eisini, at einstøku leikararnir stóðu seg munandi betri hesaferð.
Ikki minst var tað her hugaligt at síggja, at hvat skotstyrki viðvíkur, so standa bestu føroysku leikararnir lítið aftan fyri tað, sum mótstøðumenninir megna. Ikki minst Áki Olsen sýndi í teimum báðum dystunum, at hóast hann ikki er í teirri venjingarstøðu, sum ein landsliðsleikari eigur at vera í, so eigur hann uttan iva besta skotið her á landi. Og so var eisini gott at síggja føroyska liðskiparan, Inga Olsen, í einum leikluti, suim samsvaraði við týdningin, sum hann eigur at hava fyri føroyska liðið. Móti finnum var tað sjónligt, at tað hóvaði Inga sera lítið við framrættaða eittaranum úr mótstøðuverjuni, men hesin var ikki til staðar hjá Ísrael, og tí gjørdist Ingi í nógv størri mun partur av føroyska álopsspælinum.
Tað var annars merkisvert, at Lars Nedergaard í fyrra dystinum hevði valt at síggja burtur frá Heina Joensen. Frágreiðingin var ? sum tað eisini er nevnt aðrastaðnis á hesum síðum ? at Heini hevið havt ov nógv at vera um við eini uppgávu, sum skuldi latast inn beint fyri dystin, men tað er í nógvar mátar ilt at fylgja venjaranum í hesum. Ikki minst tí ein hin størsta mangulvøran í føroyskum manshondbólti eru skotsterkir lámir. Her hevur Heini heilt náttúrliga møguleika at fáa størri breidd í føroyska álopsspælið, og hetta var eisini nakað, sum hann til fulnar sýndi, tá hann spældi við liðnum aftur sunnudagin. .
Er tað at frøast um, at Heini nú tykist hava fingið sær fast pláss aftur í hópinum, so er tað hinvegin ein dyggur smeitur, at Tróndur Joensen nú aftur er noyddur at geva avboð. Teir tríggjar dystirnar, sum hann hevur verið við, hevur hann prógvað sín leiklut sum sjálvskrivaður í hópinum, men av arbeiðsávum var hann ikki við í seinna dystinum, og hann verður heldur ikki tøkur, tá dystirnir móti Belgia nú verða á skránni. Tveir dystir, sum kunnu gerast sera tættir, og tað er ikki minst í slíkum, at tørvur hevði verið á krospligu styrkini hjá Trónda.
Fyri flestu av hinum leikarunum má sigast, at teir sum heilt stóðu seg væl betri hesaferð. Tó at fyrsta løtan í dystinum í Vestmanna kendist sera tung at koma ígjøgnum, so stóðu leikararnir saman sum ein maður, soleiðis at sleppast kundi undan tí heilt stóra skrædlinum. Og so var tað eisini so, at Johan Danielsen í hesum báðum dystunum prógvaði, at hann so avgjørt er maður fyri at verja føroyska málið. Eftir stórdystin móti Finnlandi var annars náttúrligt, at Jens Skipagøta byrjaði dystin móti Ísrael, men hann hevði ikki ein av sínum bestu døgum, og tá Johan so fekk møguleikan, tók hann so dyggiliga av. Ikki minst fyrra hálvleiki í seinna dystinum stóð skálamaðurin seg sera væl, men tá fekk hann so eisini ta hjálp frá verjuni, sum føroysku málverjarnir til aðrar tíðir saknaðu.

Úr Havnini
Skal nakað dragast frá í samlaðu metingini av hesum báðum uppgávunum hjá landsliðnum, so má tað vera áskoðarafjøldin. Ikki tí. Í dystinum í Vestmanna fekk stúgvandi fullin til fulnar sýnt, hvussu stór hjálp tann sokallaði 12. maðurin kann vera. Hóast føroyingarnir eitt skifti mest sannlíkt skuldu vera fyri røttum avsmurningi, so var stuðulin alla tíðina ljódligur, og heilt víst ein av orsøkunum til, at leikararnir hóast mótgangin megnaðu at reisa seg aftur.
Í dystinum í Havn sunnudagin var støðan júst hin øvugta. Hóast føroyska liðið fylgdi við gestunum í 40 minuttir, og enntá vóru á odda stóran part av tíðini, so var mest sum steindeytt í høllini. Einar tvær ferðir kom eitt lítið sindur av glið á taktføstu »Føroyar-Føroyar« rópini, men í aðrar mátar var tøgn. Hetta átti annars at verið eitt upplagt høvi hjá áskoðarunum at fegnast og stuðla teirra liði, og tá sjálvt landsliðsvenjarin eitt skifti royndi at hjálpa frásøgumanninum fáa ferð á áskoðararnar tóktist hetta mest av øllum komiskt, tó at frustratiónirnar um væntandi stuðulin vóru væl skiljandi.
Nú bert ein dystur er eftir í hesum umfarinum, og hesin verður varpaður beinleiðis í Sjónvarpinum, so er ikki so nógv at gera við, at leikast skal í Havn. Men til eina aðru ferð mátti tað verið eitt av aðalmálunum hjá HSF, at dystirnir í mest møguligan mun skuldu leikast uttan fyri høvuðsstaðin. Tað kann vera, at hetta kostar nakrar fáar krónur í lægri áskoðarainntøkum, men ítróttarliga er lítið at ivast í, at hetta vildi verið ein stórur fyrimunur hjá leikarunum. Áskoðarin skal vera megin, sum lyftir leikararnar tað seinasta pettið í tungu og krevjandi dystunum, men júst hesin parturin var tann sum sveik, tá føroyska liðið í trý korter spældi besta hondbóltin, sum teir hava gjørt higartil í undankappingini.