Sjúrður Skaale hevði í vikuni eitt undarligt lesarabræv: »Skal proppurin aftur setast í fløskuna?«. Í hesum brævi var Føroya Arbeiðarafelag skýrt at halda løgtingið til gísla, tí vit vilja hava, at løgtingið fylgir síni egnu samtykt um at støðga fyri fríum innflutningi av evropeiskari arbeiðsmegi.
Støðan hjá Sjúrða Skaale og Bjørt Samuelsen er ikki annað enn poppur, ið helst ljóðar sum góður tónleikur í oyrunum á nøkrum fáum arbeiðsgevarum.
Hetta er ein einføld tekstbóka greining, sum møguliga er røtt í nøkrum samfeløgum, ið hesi royna at kroysta inn yvir okkara sera lítla og viðbrekna arbeiðsmarknað.
Arbeiðsloysi hetta seinasta árið er vaksið umleið 250% - úr 300 fólkum upp í 1300 fólk.
Samlaða arbeiðsloysi hevur verið omanfyri 3,5% síðani juli mánaði, tí halda vit tað vera sjálvsagt, at tað ikki er fullkomiliga fríar ræsur fyri arbeiðsmegi uttanfyri Norðanlond at koma til Føroyar at starvast.
Egin samtykt
Hví Sjúrður Skaale er so óður um, at føroyski arbeiðsmarknaðurin fer frá eini skipan við fríum innflutningin av evropeiskari arbeiðsmegi til eina skipan har atlit skulu takast til arbeiðsmarknaðin her heima er ófatiligt, eftirsum hann sjálvur samtykti hesa lóg í fjør summar.
Um ásetingin var so vánalig, so átti Sjúrður Skaale havt latið vera við at atkvøtt fyri lógini um evropeiska arbeiðsmegi!
Ella er Sjúrður Skaale vanur at samtykkja lógir, sum hann ikki ordiliga meinar skulu vera fylgdar?
Ikki tí, tað skal sjálvandi vera loyvt at broyta meining, men fyri okkum, sum vara av einum parti av arbeiðsmarknaðinum, er hetta óskilligt, og eg skal royna at greiða frá, hví so er.
Arbeiðsloysi hjá ófaklærdum uml. 10%
Tey fólk, sum koma hendavegin at arbeiða, fara at kalla øll at starvast innan ófaklærda økið hjá arbeiðarafeløgunum, og nøkur fá starvast innan handverksvinnuna. Allar aðrar vinnur hava til allar tíðir litið á føroyska arbeiðsmarknaðin.
Hvussu nógv størv eru innan ófaklærda økið er sjálvsagt trupult at meta neyvt um, men út frá limatølum hjá ymiskum fakfeløgum og tølum frá Hagstovu Føroya ber til at siga, at tað eru áleið 10.000 arbeiðsfólk innan traditionella ófaklærda økið.?Íroknað eru tey vanligu yrkini, sum sáttmálarnir hjá arbeiðarafeløgunum fevna um umframt onnur grásonu øki, har ongir sáttmálar eru, men sum kortini mugu metast hoyra til ófaklærda økið.
Til hesi 10.000 størv eru í løtuni beint omanfyri 1000 føroyingar sum sita heima, tí onki arbeiði er til teirra.
Hesi tøl eru frá arbeiðsloysisskipanini og Hagstovuni, har nýggjastu uppgerðirnar vísa, at knapt 80% av teimum sum gerast arbeiðsleys eru ófaklærd. Uppgerðin byggir á, at øll tey sum ikki hava aðra skúlagongd ella yrkislæru enn fólkaskúlan eru mett sum ófaklærd.
Av teimum 1300 fólkunum, sum í dag eru arbeiðsleys, eru beint omanfyri 1000, arbeiðsleys um alt landið í øllum aldursbólkum, sum kunna røkja størv innan ófaklærda økið, og sum bara hava atgongd til størv innan hetta øki.
Ófaklærda økið
Um hugt verður eftir, hvørji størv útlendingar, sum koma til Føroyar at arbeiða, hava, so er hetta nærum einans innan ófaklærda økið umframt nakrar handverkarar.
Tað er ongin og hevur ongin eftirspurningur verið eftir nøkrum øðrum slagi av arbeiðsmegi uttanífrá.
Úrslitið er tískil í løtuni, at fyri hvønn útlending, sum verður tikin inn í landi at arbeiða, so verður ein føroyingur sendur til hús.?Arbeiðsmegin sum kemur uttanífrá er í dag tøk um alt landið.
Tað er tí okkum óskiljandi, at Sjúrður Skaale øsir seg upp um, at løgtingið fylgir egnu samtykt og sigur, at hædd má takast til arbeiðsmarknaðarstøðuna, nú tøkar hendur eru til øll størv.
Tað sum vit eisini óttast er, at fráflytingin fer at taka dik á seg, tí tilboð um størv, førleikamenning ella útbúgving eru ongi fyri tey fólk, ið eru komin nakað til árs, og sum ikki hava ráð at liva av útbúgvingarstuðli.
Arbeiðsmarknaðarpolitikkurin hjá Sjúrða Skaale kann tískil viðføra, at fleiri ófaklærd koma innar í landi at starvast, meðan ófaklærdir arbeiðsleysir føroyingar noyðast av landinum fyri at fáa størv ella tilboð um førleikamenning, starvsvenjing ella útbúgving.
Eru fólk fyrst farin er trupult at fáa tey aftur. Hetta er í øllum føri ein av beisku lærdómunum frá 1990’unum, tá ið vit mistu fleiri túsund fólk til arbeiðsmarknaðir í hinum Norðurlondunum.
Arbeiðsmarknaðurin opin
Føroyski arbeiðsmarknaðurin er heldur ikki meir afturlatin enn tað sama, at verður tørvur á fólki við serligum førleikum, so er hetta gjørligt óansæð, um tú fylgir lógini um evropeiska arbeiðsmegi ella hinari lógini, ið sigur at »væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn« skulu takast, tá ið arbeiðsmegi kemur inn í landi.
Tað skal vera mín vón, at Sjúrður Skaale og onnur tingfólk gera eina ætlan um, hvussu forða vit fyri at fleiri gerast arbeiðsleys? Hvat við arbeiðsskapandi tiltøkum, og hvørji tilboð eru til tey arbeiðsleysu?
Eisini kundi Sjúrður Skaale ómakað sær at kanna, hví tey fólk - uppvaksin uttanfyri norðanlond, men sum hava føroyskar hjúnaðafelaga - ikki kunna fáa størv innan onnur øki enn tað ófaklærda, hóast tey mangan hava góðar útbúgvingar?
Hví eru tey einans nóg góð til vaskistørvini og flakavirkisstørv, men ikki til at starvast innan fyrisiting ella í lærdum størvum í privatu vinnuni, hóast førleikarnir á pappírinum skuldu verið tilstaðar?
Sjúrður Skaale skrivaði annars so nógv fjákut, sum ikki er vert at viðmerkja í lesarabrævinum »Skal proppurin aftur setast á fløskuna?«
Tað skal tí vera mín áheita á teg Sjúrða Skaale um at koyra poppin í fløskuna og skrúva væl fyri.