Koyr Samhaldsfasta har ið piparið grør

Frank Davidsen
----

Hesi mergjaðu orðini átti fyrrverandi formaður Sam­bandsflokkin Edmund Joen­sen, aftaná at Janaðar­flokkurin hevði lagt uppskoti fyri Løgtingi um at seta á stovn Samhaldsfasta fyri gott og væl 20 árum síðan.
Síðani tá er nógv vatn runnið, eins og nógvir av okk­ara pensionistun hava fingið eitt ískoyti aftur at síni fólkapensión. Ikki tí, ískoyti úr Samhaldsfasta átti at veri væl hægri enn tað er í dag, tí skyldurnar og føstu útreiðslur pensionistana røkka als ikki til teirra tørv nú vit skriva 2013.
Men sambært Dimmu í kvøld so er ríkiligt ar taka av nú eginogn í Samhaldfasta fyri 2012 var 998 milliónir krónur. So helst er hon ídag væl omanfyri milliardina.
Sum øllum kunnugt, so stendur á gomlun nøglum hjá okkara Løgmanni, í roynd­ini at bjarga sínum polit­iska lívið. Onkur vil verða við, at hann er vorðin til eitt jo jo, ella ein politiskan sprellimann, og tað er ikki tann rivan í samgonguni, ið hann ikki kann tetta, bert hann kann bjarga sær polit­iskt.
Ein royndin var, at hann persónliga uttan heimild skuldi ræna 150 milliónir krón­ur úr fæi Landsbankans. Hetta fyri at tryggja sær av­ger­andi atkvøðurnar til privatu tunnilsætlanina, tí hansara samgonga var komin í minniluta. Hetta var av ongun, helst tí at Fíggjar­málaráðharrin hevur sligið hann á fingrarnar.
Í øllum politiska rokinum sum hevur verið, hevur sami Fíggjarmálaráðharri verið kúrrur sum kettan, sam­stundis sum hann aftan fyri politisku leik­t­jøld­ini hevur arbeitt við eini heilt aðrar ætlan, nevn­liga Sam­haldsfasta Eftirlønar­grunn­unum, eins og at bjarga Løg­manni politiskt.
Nú er ikki nokk við at skatta framtíðar pensiónir til skattalætta. Neiiii nú er Gud hjálpi mær ætlanir sambært Dimmu, at pantseta eginognina í tí grunni sum í 1991 varð stovnsettur til at geva komandi pensionistum ein fíggjarligan fløva aft­ur at fólkapensióni, ið líka­sum í dag nærum er á hung­urs­markinum.
So kann ein spyrja seg sjálvan um okkara stjórna­leiðari og hans fylgisneytar eru spinnandi ørir. Ella eru vit veruliga við at fáa Mugabe líknandi støður her á landið.
Vit hava ein stjórnarleiðara sum er vassaður so langt út, at samstundis sum hann hev­ur tikið ræði av egna Lands­stýrismanni sínum, so ætlaði hann sambært fjøl­miðlunum í morgun ikki at hetta stig kom at hava avleiðingar fyri Kára P. Højgård.
Men seinri ídag segði hann seg bíða eftir meira skjølum, fyri at taka støðu um hvørt tunnilsmálið fekk avleiðingar fyri Landsstyrimannin inn­lendis­málum. Henda støða Løgmanns er fullkomuliga absurd. Fyrst tekur hann ræði av sínum egna Lands­stýrismanni, væl vitandi um, at hann situr sum Løgmaður við einum minniluta í Løgtinginum aftan fyri seg.
Haraftur at eru tað ikki nú 150 milliónir krónur ið hann hevur brúk fyri, at bjarga sær politiskt. Nei, nú skal hann Gud hjálpi mær í hesum føri hava eginogn Samhaldsfasta, og pantseta hesa eginogn, soleiðis at hann aftur hevur ein meiriluta í samgonguni, sum kann bjarga hansara politiska lívið.
Er tað veruliga eingin í samgonguni sum kann ímynda sær, at henda ab­surda politiska komedia ikki kann halda áfram. Fær tað sum er hent ikki fylgjir fyri Landsstyrismannin í inn­lendismálum, so eigur Løg­maður at leggja kongin. Um ikki, ja so hava vit veruliga anarki í landsins leiðslu, íð kemur at gjøgnusúrga okkara samfelag, langt fram í tíðina.
Og hví skal tað ikki tá ið vit eru vitni til ein sovorðnan politiskan glantrileik, sum ikki fyrr er sæddur í Føroya politisku søgu.