Tað verður arbeitt av øllum alvi í Klaksvík í hesum døgum. Høgur sum lágur eru arbeiðsfólk og borgarar í kommununi annars til verka, so allir ytru karmar eru til reiðar, tá Summar Festivalurin verður settur hóskvøldið.
Høgni Biskopstø hevur í dag verið á ferð við myndatólinum, og hann hevur tikið fleiri myndir, nú full ferð er á fyrireikingunum til festivalin.