Koyra ov skjótt gjøgnum Kollafjørð

-

Javnan verða bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt gjøgnum Kollafjørð. Koyrt verður omanfyri 80 kilometrar um tíman, hóast talan er um bygt øki, har ikki er loyvt at koyra skjótari enn 50.

Leygardagin varð enn einaferð ein bilførari tikin fyri at hava ov nógva ferð á hesum vegastrekki. Bilførarin koyrdi við eini ferð á 95 kilometrar um tíman, og merkir hetta, at hann missir koyrikortið.