Tað er væl hugsandi, at tað verður koyrandi ígjøgnum ein undirsjóvartunnil ímillum Streymoynna og Eysturoynna í 2014.
Men Ingi Højgaard, nevndarformaður í privata tunnilsfelagnum, leggur dent á, at skal tað eydnast, má ferð setast á arbeiðið nú.
Og hann leggur dent á, at tað vilji frá tunnilsfelagnum at fáa gongd á arbeiðið, skal ikki tróta.
Tað veldst meiri um viljan hjá politiska myndugleikanum.
- Hevur samgongan veruliga so stóran vilja at lata okkum fara undir ætlanina, sum hon hevur fráboðað, er ógvuliga sannlíkt, at tað verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2014, sigur Ingi Højgaard.
Standa við verkætlanina
Sum sæst á aðrari grein í blaðnum, hevur landsstýrið boðsent privata tunnilsfelagnum á fund longu hósdagin at tosa um undirsjóvartunnilin.
Hetta er nevndarformaðurin í tunnilsfelagnum øgiliga fegin um.
- Á hesum fundinum fara vit at greiða landsstýriskvinnuni í samferðslumálum frá, at vit avgjørt standa við ætlanina og at vit framvegis eru sinnað at fara undir verkætlanina, sigur nevndarformaðurin.
Hann sigur, at í tunnilsfelagnum eru tey altráð eftir at sleppa ígongd við verkætlanina.
- Vit vilja fegin at nakað skal henda nú, leggur hann afturat.
Men hvussu skjótt tað skal ganga, veldst alt um politisku raðfestingina.
- Verður spurningurin raðfestir nóg frammaliga hjá politiska myndugleikanum, eiga samráðingarnar um loyvistreytirnar ikki at taka meiri enn eitt hálvt ár, tí so fløkt er málið heldur ikki.
Tað merkir, at verður ferð sett á arbeiðið, nú, kann tunnilsfelagið seta nøsina upp eftir at fáa endaliga loyvi í fyrru helvt næsta ár.
- Frá tí at vit fáa endaligt loyvi gongur eitt ár til sjálvt arbeiðið kann byrja.
Hetta árið skal brúkast til at fáa projektið heilt liðugt og at útvega fíggingina.
Tað merkir, at farast kann undir sjálvan tunnilin fyrru helvt í 2010 og tá ið arbeiðið tekur fýra ár, kann verða koyrandi í 2014, sigur Ingi Højgaard.
Framveigis áhugi at fíggja
Samstrundis staðfestir hann, at útlitini fyri at finna fígging til verkætlanina, eru framvegis góðar
- Hóast fortreytirnar eru nógv broyttar, er framvegis áhugi fyri at fíggja risastóru verkætlanina um undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy
Hann sigur, at tey hava havt følarar úti hjá útlendskum bankum og tað sama hevur Eik gjørt.
Og afturmeldingarnar eru, at áhugi er framvegis fyri at fíggja ætlanina.
- Sostatt meta vit framvegis, at vit kunnu reisa fíggingina til verkætlanina og samstundis halda vit avgjørt, at talan framvegis er um eina sera áhugaverda verkætlan, hóast fortreytirnar eru nógv broyttar seinastu tíðina.
Alt veldst um treytirnar
Men Ingi Højgaard staðfestir, at alt veldst sjálvandi um, hvørjar loyvistreytirnar frá landsstýrinum vera.
- Tað, sum er alt avgerandi er, hvussu stórt mesta avkastið av eginpeninginum verður og, hvussu long loyvistíðin verður - um tað skulu verða 15 ár ella 30 ár, til landið yvirtekur tunnilin.
- Jú longri loyvistíðin verður, jú tryggari og áhugaverdari er íløgan hjá privatum.
Ingi Højgaard sigur, at tað eru grundleggjandi spurningar, sum mugu fáast upp á pláss fyrst av øllum, tí tað er grundarlagið undir verkætlanini.
Sjálv linjuføringin skal eisini leggjast, tí tað er ikki avgjørt enn.
Fleiri loysnir
Talan kann vera um fleiri loysnir. Tvær av loysnunum eru ein tunnil úr Streymoy, antin yvir á Strendur ella Toftir og so undirsjóvartunnil undir Skálafjørð ímillum Strendur og Toftir.
Hinvegin er Landsverk komin til ta niðurstøðu, at fyri samfelagið er besta loysnin at gera tunnilin yvir á Strendur og so brúgv um Skálafjørðin.
- Krevur landsstýrið hesa loysnina, mugu nógv fleiri kanningar til fyri at vita um hetta er ein verkætlan, sum vit eru áhuga í, tí hesi loysnini hava vit ikki arbeitt við og sostatt heldur ikki kannað, sigur Ingi Højgaard.
Hann leggur afturat, at tað fer sjálvandi at seinka ætlanini tilsvarandi, tí so má øll verkætlanin endurskoðast.
Men verður ein av hinum linjuføringunum vald, er mestsum klárt at fara í gongd, leggur hann afturat.
Neyvan dýrari
Hann heldur ikki, at byggikostnaðurin er blivin dýrari, hóast long tíð er liðin, kanska tvørtur ímóti, nú stígur er komin í og tað verður ikki so nógv bygt longur, sum tað hevur verið.
- Hinvegin er rentan hækkað, so fíggingin er blivin dýrari, enn hon hevur verið, leggur hann afturat.
- Men talan er um eina verkætlan, sum skal ganga yvir eini 25-30 ár, so tað er skilligt, at hon má tola skiftandi tíðir.
Hinvegin heldur hann, at hóast tíðirnar eru nógv broyttar og prísirnir á bensini og olju er nógv uppfarin, metir hann ikki, at tað verður neyðugt at gera nýggjar ferðslukanningar.
- Prísirnir eru broyttir, men vit halda ikki, at broytingarnar eru so stórar, at tað krevjast nýggjar kanningar, tí ferðsla vísir seg at vera nokk so støðugt, sama, hvussu tíðirnar annars eru.
Og tørvurin á skjótum og góðum flutningi norðan av landi til Havnar, er framvegis rættiliga stórt og tað meta vit, at tað eisini verður í framtíðini, sigur nevndarformaðurin.
Les eisini greinina: Eyturoyingar boðsendir at tosa um undirsjóvartunnil