Um middagsleitið í gjár gjørdi løgreglan aftur eitt hál Inni í Firði í Kollafirði. Fleiri bilar koyrdu væl meiri enn loyvt er.
Beint eftir klokkan 13 sunnudagin var løgreglan á staðnum við ferðmátara sínum. Og ikki gekk long tíð, fyrrenn tann fyrsti bilførarin varð máldur og uppskrivaður fyri at koyra ov skjótt.
Tað vísti seg at fleiri bilførarar høvdu skund hesa løtuna, tí eftir sløkum hálvum øðrum tíma vóru næstan 10 teirra skrásettir fyri ov nógv ferð í bygdum øki.
Her er sum kunnugt bert loyvt at koyra 50 km/t, men teir vóru nógvir sum koyrdu væl omanfyri fleiri upp ímóti 80, og tríggir omanfyri 80.
Tann skjótasti koyrdi 87 km/t, og far hesin og hinir klipp í koyrikortið.