Koyrdi alt ov skjótt

Og í Havn mátti ein húsaeigari at ásanna, at tað er best at læsa tá ið mann fer av húsum

Løgreglan var á ferð í  Eysturoynni í gjár við ferðmátaranum og í tí sambandi var ein hópur av bilum kannaðir. Løgreglan sigur, at tey kannaðu ferðsluna í bygdum øki har tað er loyvt at koyra 80. Úrslitið varð at tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman. Men ein bilførari koyrdi alt ov skjótt, hann koyrdi nevniliga 99 kilometrar um tíman og tað merkir at hann missur koyrikortið treytað. Umframt at bilførarin sostatt má taka koyrikortið av nýggjum, kostar hetta honum eisini eina bót upp á 5.000 krónur.

 

Og í Havn mátti ein húsaeigari ásanna, at tað er best at læsa hurðina, tá ið mann fer av húsum. Tað gjørdi hann ikki í gjár og tá ið hann kom aftur, hevði hann havt óbodnar gestir og teir vóru farnir avstað aftur við nøkrum fløskum av rúsdrekka.