Koyrdi fullur og rendi á

Sunnumorgunin var eitt ferðsluóhapp í Fuglafirði. Ein bilur rendi á tveir parkeraðar bilar. Førarin var handtikin og skuldsettur fyri at koyra við kenning.

Sunnumorgunin var eitt ferðsluóhapp í Fuglafirði. Ein bilur rendi á tveir parkeraðar bilar. Førarin var handtikin og skuldsettur fyri at koyra við kenning.

Millum Fjarða var ein bilur farin niðan av vegnum. Hann stóð so pent parkeraður uppi í bønum og sá ikki út til at hava fingið stórvegis skaða. Tilburðurin var ikki meldaður til løgregluna. Annars vóru onkur smá ferðsluóhapp og onkur ær var yvirkoyrd. Annars siga teir av politistøðini í Runavík, at hetta var eitt av teimum friðarligu vikuskiftunum.

Av politistøðini í Miðvági frættist, at eisini har hava teir havt eitt friðarligt vikuskifti. Ein bilførari, sum kom heim frá einum jólaborðhaldi varð tikin fyri at koyra við kenning.