Koyrdi meiri enn tríggjar ferðir so skjótt sum loyvt er

Tað er ikki óvanligt - men tað er at spæla við lívinum, sigur løgreglan

Løgreglan tók hendan dagin eitt prutl fyri at koyra alt ov skjótt. Tá ið ferðin varð mátað, vísti tað seg, at prutlið koyrdi yvir 90 kilometrar um tíman. Talan var um eitt lítið prutl, sum í mesta lagi hevur loyvi at koyra 30, so hetta koyrdi meiri enn tríggjar ferðir so skjótt, sum loyvt er. Aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til lítið prutl, er 15 ár.

 

Løgreglan sigur, at tað er ikki óvanligt, at teir taka prutl, sum koyra so skjótt, og sum eisini koyra yvir 100. Men tey siga, at hetta er at spæla við lívinum, tí hvørki bremsurnar, ella prutlið annars, eru gjørd til at koyra so skjótt, ig hendir eitt óhapp við so nógvari ferð, hevur førarin ikki stórar møguleikar at sleppa frá tí við lívinum.

 

Tá ið ólóglig prutl verða tikin, verður nummarplátan tikin av tí og eigarin fær ikki plátur aftur á prutlið fyrr enn tað hevur verið til sýn og Akstovan hevur váttað, at tað er í lógligum standi. Tá ið prutl koyra so skjótt, sum í hesum føri, fær førarin eisini 1.500 krónur í bót, umframt at hann missur koyrikortið til prutl.

 

Løgreglan sigur, at stór prutl hava loyvi at koyra 45 og aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til stór prutl, er 16 ár. Men verður eitt stórt prutl tikið fyri at koyra alt ov skjótt, við einum førara, sum er undir 18 ár, kann tað eisini ávirka møguleikan hjá honum at fáa koyrikort til bil seinni, tí revsingin kann vera, at hann má bíða við at fáa koyrikort til bil.

 

Annars steðgaði løgreglan einum bili í gjár, og tað vísti seg, at bilførarin hevði ikki koyrikort. Tað er eisini illgruni um, at hann var ávirkaður av rúsevnum, so tað er hann kannaður fyri. Hann hevði eisini eina lítla nøgd av rúsevnum uppi á sær og tað kemur so oman á, so hetta verður ein dýr søga hjá bilføraranum.

 

Dagurin í gjár verður eisini ein dýr søga hjá tveimum øðrum bilførarum í gjár. Í gjár hendi nevniliga tvey ferðsluóhapp, har bilførarar ikki hildu sína treytaleysu víkiskyldu. Annað ferðsluóhappið var á krossvegnum ímillum Eystara Ringveg og Hvítanesvegin. Har er ljósregulering, men har eru ljósini ikki fylgd, so tað brast. Hitt óhappið var í rundkoyringini ímillum Sundsvegin, Óluvugøtu og Blómubrekku og har var tað eisini ein bilførar, sum ikki helt víkiskylduna og koyrdi á ein annan bil.

 

Tá ið tað elvir til óhapp tí at víkiskyldan ikki verður hildin, kostar tað 2.000 krónur í bót, og førarin skal vænta at missa koyrikortið, antin treytaleyst, ella treytað, so at hann má taka tað av nýggjum fyri at varðveita tað.