Koyrdi undan seyði og fór út av

Í morgun fór ein bilur, sum var á veg suður eftir, út av vegnum oman fyri Kvívík.

Tað hendir meira enn so, at seyður á landsvegnum órógvar bilførarar, og tað var eisini hetta, sum hendi á landsvegnum oman fyri Kvívík um 8-tíðina í morgun, tá ein bilur fór út av vegnum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, kom koyrandi suður eftir, tá viðkomandi knappliga sá, at ein seyður var mitt á vegnum.

- Í royndini at skáka sær undan seyðinum, misti bilførarin tamarhaldið á bilinum og koyrdi út av í ovaru síðu á vegnum. Tíbetur stóðst eingin fólkaskaði av tilburðinum.

Vaktleiðarin sigur, at tað er fleiri ferðir hent seinastu tíðina, at bilførarar hava kært seg um seyð á landsvegunum, og soleiðis var eisini inni á Kaldbaksvegnum í gjárkvøldið.