Hesa seinastu tíðina ger løgreglan nógv burtur úr at kanna tey, sum koyra prutl.Koyring við prutli er ein afturvendandi trupulleiki, helst seint um kvøldið, og um næturnar, tí fólk gremja seg um, at tey fáa ikki náttarfrið fyri larmandi prutlum.
Hendan dagin steðgaði løgreglan 12 prutlum og í tí sambandi vóru feilir funnir í sjey av prutlunum, har førarin fekk bót.
Aftur í gjár var løgreglan á ferð og kannaði prutl, og í gjár vórðu tvey prutl tikin og tey koyrdu nógv skjótari enn loyvt er, tí tey koyrdu ávikavist 71 og 83 kilometrar um tíman.
Løgreglan sigur, at førararnir fáa 1.000 krónur í bót fyri at hava broytt prutlið so at tað koyrir skjótari enn loyvt er.
Tann eini prutlførari hevði heldur einki koyrikort til prutl og tað fær hann so eina bót fyri aftur at upp á nakrar hundrað krónur.