Koyrikortið er nú talgilt

Enn eitt stig tikið í talgildingini av Føroyum

Nýggja appin Skjáttan bleiv løgd fram í perluni. Við skjáttuni ber til at hava koyrikortið talgilt.

 

Eisini bleiv nýggja samleikakortið víst fram. Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum greiddi frá, at hon hevur lagt uppskot um at samleikakortið verður alment samleikakort, við hesum fáa fólk møguleika at geva seg til kennar hjá læknanum, í náttarlívinum og at staðfesta vápnaloyvið.

 

Við tíðini er ætlanin at øll almenn prógv skulu liggja í Skjáttuni.  

 

##med2##

 

Andras Robertsson Marr, stjóri á Aktsovuni greiddi frá, at talgildingin ikki verður ein fíggjarlig sparing, men stovnurin fer at spara arbeiðsorku. 12% av koyrikortunum sum vera útflýggja av Akstovuni, eru kort sum vera latin fyri burturmist kort. Hesum slepst vantandi undan tá koyrikortið er talgilt.

 

Árliga fáa umleið 100 fólk bót, tí tey hava gloymt koyrikortið heima.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, greiddi frá, at eingi altjóða krøv eru fyri koyrikort. Føroyska talgilda koyrikortið leggur seg uppat koyrikortunum í ES. Enn er talgilda koyrikortið tó bara galdandi í Føroyum. Dennis Holm metir, at tað verður eitt stórt framstig fyri brúkaran, at fáa koyrikortið talgilt, tí sum hann segði “man vendir ikki heim eftir koyrikortinum, men man vendir altíð heim eftir telefonini.”

 

##med3##