Tað er nógvur vindur í kvøld, samstundis sum tað er hált í støðum. Á Porkerishálsi er stormur, og sambært Landsverk er tað í hvirlunum upp í 39 metrar um sekundið. Eisini í Syrðadali er vindhart í kvøld, har tað í hvirlunum er upp til 36 metrar um sekundið. Koyrilíkindini eru tí ikki serliga góð, og í kvøld fór ein bussur út av vegnum í Gøtu - les um tað her.
Soleiðis eru koyrilíkindini um landið í kvøld, sambært Landsverki:
- Syðradalur - kl. 23:24 Skrið, í hvirlunum upp til 36 m/s
- Gjáarskarð - kl. 23:21 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 23:25 Skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 23:25 Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 15:44 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 23:19 Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s
- Porkerishálsur - kl. 23:25 Stormur, í hvirlunum upp til 39 m/s
- Dalavegur til Viðareiðis - kl. 23:25 Roknast kann við hálku
- Gjáarskarð - kl. 23:21 Roknast kann við hálku
- Gøtueiði - kl. 23:25 Roknast kann við hálku
- Høgareyn - kl. 23:25 Roknast kann við hálku
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 23:19 Roknast kann við hálku