Tey, ið koyra nógv millum bygdir kenna helst støðuna:
Tey skulu av húsum í Vestmanna ein vetrardag á fund norðuri við Gjógv, men ivast eina lítla løtu. Hvussu munnu koyrilíkindini vera? Ella man tað yvirhøvur vera koyrandi eftir Gjáarvegnum?
Tú hevur eisini beint lurtað eftir koyrilíkindunum, soleiðis sum tey verða lisin í útvarpinum. Men tú ivast kanska í onkrum, ið sagt varð ella tú fekk ikki alt við.
Hvørji eru ráðini til at taka? Tú kann ringja til automatiska telefonsvararin hjá Landsverki ella tú fert inn á heimasíðuna hjá stovninum.
Soleiðis var áður, men í gjár kom Landsverk við eini nýggjari skipan, sum fer at gera tað nógvar ferðir lættari at útvega tær tey røttu og neyvu koyrilíkindini. Og tá er líkamikið, hvar í landinum tú ert staddur.
Hetta verður tí eisini ein lættari og ikki minst skjótari tænasta, sum vit nú kunnu veita teimum koyrandi, varð upplýst á tíðindafundi hjá Landsverki í gjár. Sama dag kom eisini henda skipanin í gildi.
Umvegis fartelefonina ber nevniliga til at fáa tey nýggjastu koyrlíkindini eftir fáum sekundum við einum sms-boðum. Og til ber eisini at spyrja, hvussu koyrilíkindini eru á vegastrekkinum millum t.d. Sumba og Tvøroyri og Tórshavn og Bø.
Til ber eisini at melda seg til eina tænastu, har ein fær ávaring sendandi um serligt ringt veður ella um eitt vegastrekki er stongt av omanlopi ella øðrum.
400 uppringingar um tíman
Síðani fráboðanirnar um koyrilíkindini byrjaðu av álvara fyri meiri enn 26 árum síðani, er tørvurin á hesum øktur munandi.
Í fyrsta lagi eru bilarnir vorðnir fleiri í tali, eins og fleiri vegastrekki og tunlar eru komin síðani. Eitt annað er so tað, at fólk ferðast longri millum heim og arbeiðspláss.
Tey hjá Landsverki hava tí merkt, at tørvurin á eini góðari og neyvari fráboðan um koyrilíkindini hevur verið neyðugur.
At tørvur veruliga er á hesari skipanini tala tølini greitt um: Onkran vetur hava verið nærri 70.000 uppringingar til automatiska telefonsvararan.
Og vit hava eisini upplivað, at bara innanfyri ein tíma ringdu omanfyri 400 fólk til hesa telefonina, verður upplýst frá Landsverki.
Ringdu í tíð og ótíð
Tað var eftir herviliga kavaveturin í 1978/79 at avgerð varð tikin um, at okkurt mátti gerast fyri at bøta um fráboðanina fyri koyrilíkindini.
Hesin kavi kom sjálvan jólaaftan og varð liggjandi líka út í miðjan mai mánað. Umframt hetta vóru fleiri kavaódnir, ið løgdu landið at kalla lamið.
Hjá Landsverkfrøðinginum, sum stovnurin tá kallaðist, var greitt at her mátti ein miðvís fráboðanarskipan fáast til vega.
Høvuðsorsøkin til hetta var, at fólk ringdu í tíð og ótíð, á nátt og degi fyri at spyrja um, hvussu koyrilíkindini vóru. Trupulleikin var bert, at fráboðanarskipanin ikki var nóg góð, og at stovnurin tí ikki kundi geva eitt nøktandi svar.
Um hetta mundið var talið av akførum um 12.000 og ferðslan bara øktist og øktist, m.a. tí at Streymoyggin og Eysturoyggin vóru samanbundnar við Brúnni um Streymin frammanundan.
Tað var serliga koyringin eftir Oyggjarvegnum sum tey á stovninum stúrdu mest fyri. Í heilum var neyðugt hjá teimum at fara frá húsum at hjálpa fólki, sum vóru komin illa fyri á hesum vegastrekkinum. Ofta var orsøkin hon, at fólk ikki tóku koyrilíkindini til eftirtektar.
Tá so bummarnir vóru settir í bæði norðanfyri og omanfyri Havnina varð lættari at regulera ferðsluna tá líkindini ikki vóru til tess.
Effektivt arbeiði
Høvuðspersónarnir aftanfyri hesa fráboðanarskipanina eru teir mongu vegmenninir hjá Landsverki kring landið. Her er talan um royndar menn, sum tí kunnu geva álítandi koyrilíkindi frá sær víðari til Landsverk.
Teir fara hvønn einasta dag á vetri árla út á vegirnar at kanna, hvussu líkindini eru. Meðan teirra uppgáva áður var meiri býtt sundur, er hon í dag løgd um, soleiðis at teir í roynd og veru gera trý arbeiðir samstundis.
Teirra uppgáva er í fyrsta umfari at kanna, hvussu líkindini eru. Men samstundis sum líkindini verða kannað kunnu teir stroya salt á vegastrekkini og gera brúk av kavaplónni.
Út frá hesum er greitt, at arbeiðið er vorðið meiri effektivt. Og okkara meting er eisini, at arbeiðið er ikki vorðið verri við tíðini, men heldur betri, varð sagt.
Hesi koyrilíkindini vera síðani send til stovnin, har ein maður samskipar tey og fær tey víðari út til almenningin.
Og við teirri nútíðar tøknini hevur Landsverk nú gjørt sítt til, at tey ið fara á føroysku landsvegirnar nú fáa tey nýggjastu koyrilíkindini bæði skjótt og neyvt.
Fimm tænastur frá Landsverki
Landsverk hevur fingið til vega eina føroyskt framleidda sms-skipan, sum kann veita teimum koyrandi fimm ymiskar tænastur.
Hesar tænastur eru fráboðanir um: Koyrilíkindi, kunngerðir, ávaringar, veðurmátingar og aldumátingar.
Tænastan við koyrilíkindum er víðkað soleiðis, at ein kann spyrja um koyrilíkindini fyri ávís vegastrekki, ávís økir ella rutur í landinum. Á henda hátt ber til at fáa neyvari og meiri viðkomandi upplýsingar um koyrilíkindi beinleiðis inn á fartelefonina ella við at spyrja á heimasíðuni hjá Landsverki.
Henda fyrsta mánaðin er tænastan ókeypis. Eftir tað verður gjaldið fyri hvørt aftursvarið frá stovninum 60 oyru fyri hvørt smsið.