Koyrir Road Racing í Bretlandi

24 ára gamli Terje Joensen úr Funningsfirði hevur gjørt dreym sín til veruleika. Hann kappkoyrir við motorsúkklum á ensku breytunum, og er í ferð við at gera hetta til sína yrkisleið

Kappkoyring

 

Silverstone-breytin við Birmingham og bygdarvegurin við Funningsfjørð hava eitt sindur til felags. Nevnliga at Terje Joensen hevur koyrt á báðum.

 

Hálvprofessionellur

Terje, sum altíð hevur havt stóran áhuga fyri motorsúkkluítróttini, hevur í eina tíð roynt seg á donskum breytum, men fyri einum ári síðani gjørdi hann av at flyta til Bretlands at royna stóra dreymin.

- Skalt tú nakran veg í hesi ítróttini, so er Danmark ikki nóg mikið. Í Bretlandi havi eg møguleika at royna meg á heilt øðrum breytum, og framstigini hava verið stór, síðani eg kom yvir her, sigur Terje.

Í løtuni koyrir hann við einum felag, sum eitur British Motorcycle Racing Club, og er talan her um teir skjótastu koyrarnir av teimum, sum enn ikki eru yrkiskoyrarar. Nakað sum eisini er málið hjá Terja.

- Úrslitini hava verið heilt góð higartil. Á Snetterton-breytini vann eg meg upp frá nummar 16 til 6, og eftir seinastu koyring mína havi eg fingið møguleika at koyra við einum sonevndum endurance-liði. Altso har kappast verður í upp til heilt samdøgur, eins og vit kenna frá Le Mans. Hetta merkir so eisini, at eg nú eru við at gerast semi-professionellur, so tað gongur framá, sigur Terje Johannesen, sum eisini hevur roynt seg á stóru breytunum so sum Silverstone, Donnington og Brands Hatch.

 

Hart og dýrt

Tað eru kanska tey, sum halda, at mest av øllum ræður um at vera djarvur, tá ferðin skal skrúvast upp móti teimum 300 km/t, men Terje sigur, at tað so sanniliga eisini ræður um at vera væl fyri kropsliga og sálarliga.

- Tað er ótrúliga krevjandi. Sjálvur kappist eg á 600 cc motorsúkklum, og her kemur ferðin upp ímóti 280 km/t, og tær sonevndu superbikes koyra meira enn 320 km/t á onkrum breytum.

- Hetta setir serstakliga stór krøv til koyraran, tí tú hevur ikki tíð til at slaka tað allarminsta í hvørki kroppinum ella høvdinum, og tí mást tú vera sera væl fyri.

- Og so er tað eisini dýrt. Sjálvur havi eg eina brúkta súkklu, sum kostaði mær á leið 40.000 kr. Men hartil koma útreiðslur til bensin, dekk og annað, sum hoyrir eini kappkoyring til. So hvør koyring kostar mær á leið 6.000 kr.

- Og skal eg longur upp, so tosa vit um heilt aðrar upphæddir. Ein súkkla í Supersport-flokkinum kostar á leið 280.000 kr., og ein verulig Superbike liggur upp ímóti 5.000.000 kr. Og tá tosa vit altso bara um sjálva súkkluna! So tað er sjálvandi eisini tørvur á sponsorum. Og teir havi eg nakrar av. Eitt nú Andersens Beding heima í Føroyum, men tað er nokk avmarkað, hvussu langt eg kann røkka við føroyskum stuðlum, sigur Terje.

 

Gerið eina breyt

Tá september mánaður er farin aftur um bak, er hetta kappingarárið av, og Terje kemur tá heim til Føroya at vitja aftur.

Hvussu verður við venjingini hesa tíðina, er til at siga, og Terje heldur, at tað er ótrúligt, at eingin breyt er gjørd í Føroyum enn.

- Talan kundi verið um eina kombineraða koyritekniska breyt og eina breyt til kappkoyring. Tá vildu øll fingið nakað burturúr, og kappkoyringin hjá ungdómum kundi so gingið fyri seg undir skipaðum viðurskiftum, heldur enn at taka lívið av sær sjálvum.

- Og eg haldi eisini, at eg veit, hvat eg tosi um í so máta. Sjálvur havi eg nokk verið ein av teimum, sum hevur verið ringastur til at koyra kapp á alfaravegi. Men síðani eg veruliga eri farin undir skipaða kappkoyring, havi eg slettis ikki ta trongdina meira, sigur Terje Joensen.