Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, sigur við heimasíðuna koyrilararin.fo, at ferðslutrygd er eitt øki, ið vit ikki hava ráð at slaka uppá, og tískil eigur eitt anlegg ikki at stranda upp á manglandi fígging.
Í samgonguskjalinum hjá landsstýrinum stendur m.a. um ferðslutrygd: “Arbeiðið at skapa trygg ferðsluviðurskifti heldur fram. Fyrireikingar verða gjørdar til at gera hálkubreyt. Dentur verður lagdur á at minka um ferðsluvanlukkur og miðað verður ímóti, at eingin letur lív í ferðsluni”.
Spurd um eitt koyriteknisk anlegg er ávegis, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, at samfelagið avgjørt hevur tørv á einum slíkum anleggi. Tað stendur í samgonguskjalinum, at eitt tílíkt anlegg skal gerast, og at tey arbeiða við málinum. Eingin kostnaðarmeting er gjørd av ætlanini, og hvar eitt tílíkt anlegg skal liggja. Tað er eitt av málunum, sum ein komandi arbeiðsbólkur skal arbeiða við. Annika Olsen sigur, at ein arbeiðsbólkur skal mannast av fólkum, sum umboða ymiskar bólkar, ið hava við málsøkið at gera, her ímillum umboð fyri koyrilærararnar.
Í nýggju koyrifrálæruni stendur, at øll sum skulu ogna sær eitt koyrikort skulu teir fyrstu tímarnar gjøgnumføra verkligu koyringina í einum sokallaðum "grulvigarði" sum er eitt inngirt øki. Í hesum sambandi sigur Annika Olsen, at eitt hugskot er at leggja grulvigarðin saman við koyritekniska anlegginum. Hon kundi ikki siga nakað um at ein slík ætlan verður veruleiki, einans at ein arbeiðsbólkur skal setast um heilt stutta tíð.