Aðrastaðni er tað fleiri ferðir kannað, hvussu tað ávirkar ferðslutrygdina at
bilførarar eru á skeiði á hálkubreyt og á koyritekniskari breyt annars.
Og í álitinum um null-hugsjónina stendur, at tað tykist sum um at vanlukkutalið økist hjá teimum bilførarum, ið hava verið a? ha?lkuskeiði.
Minsta økingin er hja? teimum, sum koyra perso?nbil og mesta økingin er hjá teimum, sum koyra sju?krabil.
Ein orsøk kann vera, at tá ið størstur dentur verður lagdur a? at læra bilførarar at hava tamarhald a? bilinum i? sera torførum vandastøðum i? ha?lku, kann tað skjótt fáa bilførarar at yvirmeta síni síni evni at koyra í hálku, eru niðurstøðurnar í frágreiðingini um null hugsjónina.
Ein bilførari, sum heldur seg duga sera væl at koyra i? a?vi?sum umstøðum, kann verða freistaður at koyra skjótari enn bilførari, ið ivast um si?n egna førleika.
Á teimum ha?lkuskeiðum, sum nu? eru i? Noregi, verður ti? høvuðsdenturin lagdur a? at læra bilførararnar um teir o?væntaðu vandarnar, sum stinga seg upp, tá ið teir koyra í ha?lku, og sum teir ikki kunnu vænta sær at klára.
Samstundis verður minni dentur lagdur a? at læra bilførarar at stýra bilinum í torførum vandastøðum.
Tað tykist heldur ikki sum um at skeið i? myrkakoyring minkar um talið a? ferðsluvanlukkum, sum heild.
To? vísa norskar kanningar, at talið a? ferðsluvanlukkum lækkaði hja? teimum mannfólkum sum høvdu skeið i? myrkakoyring, men hjá kvinnuligum bilførarum er myndin ikki greið.
Í hesum sambandi verður lagt afturat, at helst hava mannfólk eitt minni trygdarskotbra? enn kvinnur, og ti? ber betur til hja? teimum at økja trygdina við at koyra eitt varisligari.
Tí verður mælt til, at hald fram við kravdum skeiðum i? myrkakoyring i? Føroyum.
Hinvegin er støðan nógv øðrvi?si í samband við skeið i? verndarkoyring fyri vandamiklar bilførarar, serliga teir, ið hava lyndi at koyra alt ov skjótt og teir, sum koyra ávirkaðir av ru?sdrekka.
Her vísa u?rslitini, at hjá teimum, ið hava verið a? skeiði í verndarkoyring, lækkar talið á ferðsluvanlukkum av ferð og rúsdrekkakoyring, eini 5-10%.
Ti? verður mælt til, at tað verður eitt krav, at bilførarar, ið verða tiknir fyri at koyra alt og skjótt, ella fyri at koyra við kenning, skulu a? skeið í verndarkoyring.
Hugsa um beinleiðis vandar
Kortini halda tey í Trygg Trafikk í Noregi, at ein venjingarbreyt er go?ð at hava i? sambandi við arbeiðið at bøta um ferðslutrygdina.
Men tey halda tað vera ty?dningarmikið, at størri dentur verður lagdur a? venjingar, sum geva bilførarunum eina greiða uppfatan av beinleiðis vandum.
- Veikleikin við norsku venjingarbreytunum er, at tær flestu venjingarnar verða gjørdar við li?tlari ferð, har lættari er at hava tamarhald a? bilinum.
Ti? hevur Trygg Trafikk nu? givið boð um at gera venjingar, har tað er sera torført at hava tamarhald a bilinum, so at bilførarar betur kunnu læra, hvussu skjótt ein ólukka kann henda.
Men teknikkurin er í stórari menning í tí sambandi verður nevnt, at koyrivenjing i? simulatori er avgjørt ein møguleiki til at menna evnini hjá bilføraranum.
Í Føroyum hevði ein simulatorur komið serliga væl við, ti? so kundu bilførarar lært at koyrt i? rættiligari sto?rby?arferðslu, sum er annars er púra ókend hjá nógvum bilførarum sigur frágreiðingin um null hugsjónina.
LES EISINI GREININA Ráðið fyri ferðslutrygd ivast í nyttuni av eini hálkubreyt
LES EISINI GREININA: Gera hálkubreyt og breyt til kappkoyring í Føroyum