Krígsharrar herja í Afghanistan

Hóast hálvtannað ár er liðið, síðani amerikanski herurin feldi Taliban-stýrið í Afghanistan, livir fólkið í landinum framvegis í støðugum ótta.

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at altjóða samfelagið situr bert og hyggur at, meðan harðrendir krígsharrar fáa størri og størri vald, og tann harðrenda framferðin ger, at fólk tora ikki at mótmæla ella at svdúka teir. Krígsharrarnir hava skipað vápnað lið, sum gera seg inn á tað vanliga fólkið og ræna ognir teirra. Sambært Human Rights Watch verða kvinnur og ungar gentur javnan neyðtiknar, uttan at myndugleikarnir í Kabul fáa gjørt nakað fyri at steðga áganginum.

-Nógvastaðni í landinum hava krígsharrarnir skipað viðurskiftini á ein slíkan hátt, at tað er at kalla eingin munur á viðurskiftunum nú, og tá Taliban-stýrið ráddi í Kabul, sigur talskvinnan hjá Human Rights Watch, Loubna Freih.