Krógvaðu barnið í einum kufferti

Henda sjónin, sum myndin vísir, møtti eftirlitsfólkunum í lufthavnini í Sharjah, tá tey skannaðu kuffertið hjá einum egyptiskum pari.

Barnið, sum liggur í kuffertinum, er bert fimm mánaðar gamalt. Foreldrini høvdu krógvað barnið, tá tey flugu til Sameindu Arabisku Emiratini, har tey ikki høvdu gyldugt pass og ei heldur visum fyri barnið.

Tá eftirlitsfólk sóu barnið í kuffertinum, vórðu foreldrini handtikin. Nú eru tey skuldsett fyri at hava sett lívið hjá barninum í vanda, tí strálurnar, sum skanna viðføri, eru rættiliga kraftmiklar.

Tað er Daily Mail, sum ber hesi tíðindi.

Fyri at sleppa um lufthavnina í Sharjah, noyddust tey í gjøgnum trygdareftirlitið, men tá eftirlitsfólkini sóu lítla barnið í kuffertinum, fór ætlanin hjá teimum í vaskið.

Løgreglan sigur, at parið heilt avgjørt setti barnið í lívsvanda, og tað er hetta, sum tey nú eru skuldsett - og seinni verða ákærd - fyri.

- Tey søgdu undir avhoyringunum, at tey vildu royna at snýkja barnið gjøgnum trygdareftirlitið, tí barnið hevði hvørki gyldugt pass ella visum, sigur løgreglan í Sameindu Arabisku Emiratunum.