Tað er botndystur á Vágseiði seinnapartin. VB/Sumba tekur ímóti AB. Bæði liðini hava burturúr nítjan umførum fingið ellivu stig, og harvið eru bæði liðini ellivu stig aftanfyri B71, sum er á 8. plássi.
Bæði í Vági og á Sandi hava teir ikki givið skarvin yvir, men í báðum legunum verður ásannað, at tað liðið, sum einki fer at fáa burturúr botnuppgerðini í dag, fer at spæla í næstbestu deildini næsta ár. Hjá einum møguligum vinnara á Vágseiði verður brekkan framvegis ógvuliga brøtt.
Í summar flutti Evrard Blé úr Vági og norður á Argir. Blé verður tó ikki á AB liðnum ímóti sínum gomlu liðfeløgum. Miðvallarin er leikbannaður. Verjuspælarin Fróði Clementsen og Danny Rasmussen eru ivasamir.
Í Vági er tað greitt, at verjuspælarin Jákup Olsen ikki verður við, tí hann er farin til Danmarkar. Birni Kærbech er orsaka av skaða í fótliðnum ivasamur.