Fiskivinna
Seinastu tíðina hava nótaskipini, sum fiska svartkjaft, bæði roynt í íslendskum og føroyskum sjógvi.
Trý nótaskip hava landað á Havsbrún í vikuni.
Krúnborg hevði 2500 tons, sum teir fingu í fýra hálum. Teir fóru avstað leygardagin og vóru inni aftur týsdagin.
Í vikuni hava Tróndur í Gøtu og Christian í Grótinum eisini verið inni; teir høvdu
ávikavist 2700 og 1950 tons.
Á Havsbrún siga tey, at svartkjaftafiskiskapurin er misjavnur. Fiskur er at fáa bæði í
íslendskum og føroyskum sjógvi, og viðhvørt royna skipini á markinum millum londini.
Í løtuni eru svartkjaftaskipini í føroyskum sjógvi