Krúnprinsar floksfelagar

Í heyst fer norski krúnprinsurin Haakon til London, har hann skal ganga í London School of Economics and Political Science.

Útbúgvingin er liður í fyrireikingunum til, at Haakon einaferð skal taka við sum norskur kongur.
Men hann verður ikki tann einasti í flokkinum, sum fyrireikar seg til at taka við sum ríkisleiðari. Tað vísir seg nú, at millum floksfelagar hansara í London verður ein ungur maður úr Libya, Seif al-Islam Gaddafi, sum er sonur sjálvan libyska leiðaran Muammar Gaddafi.
Tann 30 ára gamli forsetasonurin er útbúgvin arkitektur og verkfrøðingur, og hann sigst vera tann, sum skal taka við eftir faðirin sum libyskur leiðari.