Krúnprinsessan verji hjá danska nýrafelagnum

Fyri góðari viku síðani varð almannakunngjørt, at hennara hátign Mary Krúnprinsessa hevur átikið sær lutin sum verji hjá danska nýrafelagnum.
Danska nýrafelagið, sum eitur Nyreforeningen, er eitt sjúklingafelag fyri kroniskt nýrasjúk, íroknað dialysusjúklingar og nýratransplantatión. Eisini er felagið stuðul hjá teimum, ið varða av sjúklingunum.
Tað verður mett, at umleið 5.000 danir eru nýrasjúkir. Í Føroyum hava vit eisini okkara egna Nýrafelag.