Krúnprinsfamiljan fekk málning í Fugloy

Tá krúnprinsfamiljan vitjaði í Fugloy, fingu tey ein málning í gávu frá Fugloyar kommunu. Edward Fuglø hevur gjørt málningin.

 

Varaborgarstjórin í Fugloy, Símun Gullaksen, helt eina stutta røðu, har hann greiddi frá, hvat málningurin ímyndar.

 

Hann segði, at niðast á myndini sást Fugloy, sum hon sær út frá Viðoy, og oman á henni standa lomvigar, sum talríkir hava ból á oynni. Teir halda einum lomvigaeggi millum sín.

 

Lomvigaeggið er síðani prýtt við tjóðarblómunum frá trimum tjóðunum: Hvítt oksaeyga, sum er tjóðarblóma Danmarkar, blóman av tasmanska fepurtrænum, sum er tjóðarblóma Tasmaniu og at enda sóljan, tjóðarblóma okkara, sum litar føroyska bøin gulan um summarið.

 

Bakgrundsliturin á málninginum er íblástur av Williami Heinesen, sum í fyrstu linjunum í Glataðu Spælimonnunum skrivar um kyksilvurskyggjandi heimshavið.