Krúnprinsurin: Eg tók tey upp á orðið

- Tey spurdu leiðandi um Royal Run ikki kundi vera í Føroyum. Eg tók tær upp á orðið, sigur krúnprinsurin.

Tað eru ikki bara føroyskir miðlar, sum eru á tremur við royalum tíðindum í morgun. Eisin danskir miðlar viðgera Royal Run, sum rennitiltakið hjá krúnprinsinum eitur. 

 

Og tað er 1. juni, at krúnprinsurin setur hol á ársins Royal Run tiltøk, tað allar fyrsta av slagnum í ár í Føroyum. Hann ætlar sær at renna í Klaksvík, har hann eisini vitjaði við familjuni í fjør summar. Tv2 skrivar, at krúnprinsurin fekk íblástur til hetta tá hann var í Føroyum. 

 

 

- Tá eg var við familju míni í Føroyum, møtti eg fleiri føroyingum, sum høvdu verið í Danmark fyri at luttaka í Royal Run. Tey spurdu heldur leiðandi inn til, um Royal Run ikki kundi vera í Føroyum, og eg havi tikið tey upp á orðið, sigur krúnprinsurin sambært Tv2. 

 

Tá krúnprinsafamiljan legði at í Klaksvík í summar 2018, vóru tey møtt av 10 rennarum, sum vóru ílatin í bláari rennitroyggju og við heiðursmerki um hálsin, sum vísti, at tey høvdu runnið í Royal Run 2018. Tey fingu eitt gott prát við krúnprinsafamiljuna, og tey fingu boðið krúnprinsinum til Føroya at renna. 

 

Les eisini: Her fingu tey kongaligu innbjóðingina