KR og Keflavík fingu fult

Rógvi Jacobsen var alla tíðina á KR liðnum, sum vann. Keflavík vann eisini, men Símun Samuelsen var ikki á vøllinum

ÍSLAND

Rógvi Jacobsen var í álopinum allar 90 minuttirnar, tá ið hann segði farvæl við KR og íslendskan fótbólt. Rógvi taldist ikki millum málskjúttarnar, tá ið KR á heimavøllinum í vesturbýnum vann 2-0 á Vali, sum er næstovast.
Tað var álopsfelagin hjá Rógva, Grétar Ólafur Hjartarson, sum skoraði bæði KR málini. Tað gjørdi hann í síðstu løtu undan steðginum og tveir minutir undan leikloki.
Hetta var fjórði KR sigurin á rað. Hetta var seinasti heimadysturin í hesum kappingarárinum. Samanteljingin sigur, at KR hevur vunnið fimm ferðir á heimavølli, og fýra ferðir hava teir tapt. Málmunurin á heimavølli er 12-12.
KR er á fimta plássi. Í síðsta umfarinum skulu teir spæla á útivølli í Akranesi móti ÍA, sum er nummar trý.
Nú er tað greitt, at Tordur Þordarson næstu fimm árini skal verða venjari hjá KR. Hann er kent fótbóltsnavn í Íslandi. Hann er fyrrverandi landsliðsspælari, sum fyri meiri enn tredivu árum síðani umboðaði Ísland í Føroyum. Seinastu næstan tredivu árini hevur hann búð uttanlands. Hann spældi í síni tíð fótbólt í Svøríki, Fraklandi og Sveis, og síðani í 1987 hevur hann verið venjari í Svøríki, Noregi og Estlandi. Har var hann bæði venjari hjá Flora Tallinn og estlendska landsliðnum, sum hann hevði ábyrgdina av í 58 landsdystum. Ein av dystunum var, tá ið Føroyar í 1997 vunnu vinardyst í Estlandi 2-0.
Setningurin hjá nýggja KR venjaranum, sum í síni tíð spældi við ÍA, verður at mynda nýtt lið, sum fyrst og fremst skal grundast á ungar KR spælarar.
Næstsíðsta umfarið royndist eisini væl hjá hinum Føroya felagnum í íslendskum fótbólti. Men Símun Samuelsen var als ikki á vøllinum, tá ið Keflavík á heimavølli vann 2-1 móti Fram, sum framvegis er í vanda fyri at missa sessin í bestu deildini.
Keflavík hevði vindin undan í 1. hálvleiki, tá ið teir fingu bæði málini. Báðu ferðirnar vórðu málini skorað við høvdinum eftir góð innlegg. Keflavík skoraði í 8. og í 34. minutti. Bara ein minutt eftir seinna málið minkaði Fram um munin, men hóast teir eftir steðgin høvdu vindin undan, so fingu teir ikki mál. Keflavík hevði tak á støðuni.
Leygardagin verður átjanda og síðsta umfarið spælt, og tá skal Keflavík spæla á útivølli móti grannunum í Grindavík. Teir eru illa sperdir í botnstríðnum. Fyri at sleppa undan niðurflyting er neyðugt hjá teimum at fáa fulla úrtøku móti Keflavík, og harafturat skulu onnur úrslit laga seg teimum til fyrimunar. Grindavík tapti í næstsíðsta umfarinum á Laugardalsvøllinum 3-2 móti Þrótti, sum kortini hevur mist rættin at halda fram í bestu deildini.
Í næstbestu deildini fekk Breiðablik í Kópavogi, sum Hans Fróði Hansen spælir við, leygardagin steypið handað fyri at hava vunnið næstbestu deildina. Leygardagin vann Breiðablik á heimavølli 2-1 á KA av Akureyri. Hans Fróði var ikki á vøllinum leygardagin, tí hann var leikbannaður.
At KA tapti í Kópavogi ber eftir øllum at døma við sær, at tað verður Víkingur úr Reykjavík, sum fer at flyta upp saman við Breiðablik. KA og Víkingur hava kappast um seinna uppflytingarplássið.