Krabbagalla í Norðurlandahúsinum

Krabbameinsfelagið setur nú veruliga ferð á í stríðnum móti krabbameini. Saman við Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsinum skipa tey fyri Landsinnsavning 31. oktober

Krabbamein

Rógvi Nybo

[email protected]


Í samband við at Krabbameinsfelagið hevur fingið nýggjan samleika, setur felagið eisini ferð á stríðið móti krabbameini. Krabbameinsfelagið hevur, saman við Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsinum, tikið stig til eina landsumfatandi innsavning til frama fyri trý høvuðsumráðir, ið felagið metir átrokandi og viðkomandi at raðfesta.

Tey økini eru Fyribyrging og Upplýsing, Gransking og sjúklingastuðul.

Felagið sigur, at samstarv er fingið í lag við Kringvarp Føroya um at senda beinleiðis frá tiltakinum, og at sendingin verður eitt væl umhugsað bland av redaktionellum tilfari um krabbamein, søgum úr veruliga lívinum, tónlistarligum og listarligum innsløgum, uppboðssølu og kappingum, práti úr salinum og so uppsamling av innkomna stuðlinum.

- Hetta er eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at taka lut í og stuðla tí áhaldandi arbeiðnum fyri at fyribyrgja krabbamein í Føroyum. Á hvørjum ári fáa umleið 200 føroyingar staðfest krabbamein, og umleið helvtin tapir dystin móti krabbanum, sigur Krabbameinsfelagið.

Eisini kundu tey avdúka, at tey longu hava fingið nøkur stór nøvn at taka lut á stuðulstiltakinum.

- Vit kunnu longu nú avdúka, at vit hava fingið Føroya Symfoniorkestur, Vígdis Hentze Olsen og Martin Joensen at vera partur av stóra tiltakinum í 31. oktober.