Krabbasjúk Doherty: Eri burtur um 5 ár

Har hava verið løtur, har trupult hevur verið at havt lívsmót, sigur stjørnan.

Beverly Hills stjørnan Shannen Doherty hevur verið opin og tosað um krabbasjúku sína, ið byrjaði í 2015.

Har hava verið løtur, har trupult hevur verið at havt lívsmót, sigur stjørnan.

Hon greiðir frá í Entertainment Today, at einaferð sat hon á matstovu við manni sínum, og hon gav honum greið boð um at njóta hvørja løtu, ið ey áttu saman.

- Tí um fimm ár eri eg deyð, segði hon manni sínum.

Men Berverly Hills stjørnan er komin víðari, og hevur fingið lívsmót aftur eins og trúgv uppá, at við góðum stuðli stendur hon sum vinnari í dystinum móti krabbasjúkuni.