Ein maður varð í Føroya Rætti í gjár dømdur fyri at hava krámað og mussað eina táverandi 14 ára gamla gentu við eitt busssteðgistað.
Tað er eitt gott ár síðani hetta hendi, og ákærdi maðurin sigur seg ikki minnast eitt einasta petti av tí, sum hann hevur gjørt.
Gentan greiddi frá, at hon bíðaði við eitt busssteðgistað, tá maðurin kom til hana og segði, at hon var vøkur. So mussaði hann hana upp og niður eftir hálsinum og niður móti bringuni.
Gentan segði seg vera ógvuliga bangna, og fekk einaferð skumpa mannin frá sær og segði, at bussurin fór at vera har hvørja løtu. Maðurin kom tó yvir til hana aftur og fór enn einaferð at mussa og kráma uppi á gentuni.
At enda kom bussurin tó, og gentan setti seg hjá einari vinkonu, sum greiddi frá, at órættaða gentan sá bangin út og var heilt reyð í andlitinum.
Maðurin var eisini ákærdur fyri at hava brotið ein rút í Smyrjibreyðsbúðini, og tað viðgekk maðurin, ið hewvði ein grønlendskan tolk í rættinum.
Dómarin sektaði mannin við 14 dagar fongsul, umframt endurgjald fyri brotna rútin.