Talv
Mtel Masters Sofia er heitið á feskastu superstórmeistarakappingini. Tað er succesvenjarin hjá Veselin Topalov seinastu mongu árini, Silvio Danailov, ið er høvuðsmaður aftanfyri tiltakið.
Teir seks superstórmeistarar sum luttaka eru: 1. Viswanathan Anand (2785) 2.Veselin Topalov (2778) 3. Vladimir Kramnik (2753) 4. Michael Adams (2737) 5. Judit Polgar (2732) 6. Ruslan Ponomariov (2695).
Garry Kasparov fekk fyrr í ár innbjóðing, men hann gavst sum kunnugt sum proffessionellur telvari í mars, og hevur nú heilagt sína orku til russiskan politikk.
Nýggj javnleikslóg
Hóast at fyrireikarnir hava valt, at telvararnir ikki hava loyvi at bjóða remis (draw by mutual agreement), so endaðu tvey talv í fyrsta umfari kortini við javnleiki. Telvararnir kunnu bert leika javnt við at leika tríggjar ferðir somu støðu, ella telva til tað bert restar tveir kongar á borðinum. Dómarin kann eisini eftir ynski frá telvara døma talvið javnt, um talan er um til dømis ólíkalitt bispaendatalv við eins nógvum finnum í part. Telvararnir hava stutt sagt ikki loyvi at tosa við hvønn annan undir talvinum.
Alt ov ofta síggja vit stuttir javnleikir í superstórmeistarakappingum. Men tíverri hevur nýggja ?javnleikslógin? ikki ført til færri javnleikir. Eftir fimm umfør er javnleiksprosentini heilt uppi á 73.
Tað er tó kortini hugaligt at fylgja við hesari kapping. Telvararnir hava sum oftast kýtt seg langt út í spennandi endatalv, men teir eru somikið javnir, at úrslitið nátúrligt sum oftast endar við javnleiki.
Tann nýggi Kramnik
Vladimir Kramnik hevur seinastu mongu kappingarnar verið sera tamur. Sum oftast hava yvir 80% av hansara talvum endaði við javnleiki. Men í Sofia er tað í roynd og veru Kramnik, sum vísir vegin við tveimum sigrum, tveimum javnleikum og einum tapi.
Michael Adams er tryggleikin sjálvur við fýra javnleikum og einum sigri. Adams tykist á veg til sítt besta úrslit nakrantíð. Eitt tekin um tað sóu vit sunnudagin, tá hann mátti ? og megnaði - leika millimetrapresis við svarta fólkinum ímóti Anand fyri at halda javnt.
Lokala hetjan, Topalov, hevur higartil skuffað við einans tveimum stigum nú komið er í helvt. Polgar hevur heldur ikki verið tætt við ein sigur og hevur eins og Topalov tvey stig.
Støðan
Kramnik 3,0
Adams3,0
Anand2,5
Ponomariov2,5
Topalov2,0
Polgar2,0