Talv
Siðvanda Linares kappingin hevur havt sama vinnara seinastu fýra árini, nevnliga Garry Kasparov. Og oftani hevur hann vunnið leikandi lætt og við fleiri stigum niður til næsta mann í røðini. Í fjør gav tann tá 18 ára gamli Ponomariov tó honum dygga mótstøðu, og tað var ikki fyrren í næstseinasta umfari, tá Kasparov vann á júst Ponomariov, at avgerðin fall.
Í ár er manningin petti sterkari við eitt nú Kramnik og Leko, ístaðin fyri Shirov og Ivanchuk sum leiktu við í fjør. Shirov hevur annars júst vunnið eina sterka kapping í Reykjavík, framanfyri Korchnoi, Macieja og Sokolov.
Kasparov reist seg ? Kramnik ósigraður
Sum nevnt varð í seinasta talvteigi, vann 15 ára gamli Radjabov á Kasparov í øðrum umfari. Radjabov er síðani ógloymandi sigurin steðgaður upp, meðan Kasparov hinvegin hevur reist bringu við góðum sigrum á Ponomariov og Anand. Sunnudagin bleiv hann tó steðgaður av Kramnik, sum fekk kærkomnan javnleik við svarta fólkinum. Kasparov valdi, tá hann ikki sá seg føran fyri at vinna talvið, at offra mann fyri at fáa ævigt skák.
Kramnik er einasti telvari sum er ósigraður. Fimm javnleikir og tveir sigrar stendur higartil á konto hansara, og er tað ikki ein óvæntað skora av tí altíð støðuga russaranum. Leko, sum somuleiðis hevur hálvtfimta stig, hevur vunnið trý, leikt tríggir javnleikir og tapt eitt talv. Anand varð banamaður hansara. Leko er annars kendur fyri at sínar mongu javnleikir og varliga spæl, men seinasta árið er hann vorðin skarpari í spælistílinum.
Sjey luttakarar eru, og tískil hevur ein telvari fríumfar í hvørjum umfari. Bert spaniólin Vallejo hevur leikt eitt talv færri enn hinir.
Støðan eftir sjey umfør
Kramnik (2807)4,5 av 7
Leko (2736)4,5/7
Kasparov (2847)4,0/7
Anand (2753)4,0/7
Radjabov (2624)2,5/7
Ponomv. (2734)2,5/7
Vallejo (2629)2,0/6
Dupultumfar verður leikt, og sunnudagin bleiv fyrsta talvið í seinnu helvt leikt. Fimm umfør resta í, og ringt er at meta um nakran kláran favoritt. Kramnik hevur leikt síni talv móti Kasparov, og hevur eisini hvítt móti hinum oddafiskunum, Anand og Leko. Tí hevur hann kanska bestan møguleika.
Kasparov hevur vunnið tíggju slíkar superstórmeistarakappingar á rað (!) og vil sjálvandi halda fast í hesum frálíka stima. Tapið ímóti Radjabov kann koma at kosta honum dýrt, men hinvegin er hann kendur fyri góðar endaspurtar og telva sítt allarbesta tá á stendur.
Nógvar talvheimasíður fylgja við Linares. www.chessbase.com hevur øll talvini, frásagnir og myndir úr kappingini, og er annars ein frálík heimasíða fyri talváhugaði. Eisini www.weekinchess.com er skjót við dagføringum og tíðindum kring talvheimin.
Útisetar vunnu ? men eru nr. 2
Nú er bert eitt umfar eftir í donsku liðkappingini, og føroyingar stríðast um uppflyting til bestu deildina. Næstaseinasta umfar í vikuskiftinum varð eitt lítið afturstig, hóast tepran 4,5 ? 3,5 sigur á Arbejdernes Skakforening (AS 04). Eyðun Nolsøe, Heini Danielsen og Terji Petersen vunnu; Nikolaj Borge, John Arni Nilssen, og Carl Eli N. Samuelsen leiktu javnt meðan Heini Olsen og Regin Reinert taptu. Finn Nøhr gav tíverri avboð, og tí traðkaði liðformaðurin Regin inn á 8. borð.
Hillerød, sum framanundan lógu á triðja plássinum, vunnu knúsandi 7-1 sigur á botnliðnum Øbro. Júst Øbro hitta føroyingar í seinasta umfarinum, sum verður eitt satt nervaumfar. Hillerød møta Fredriksberg sum er hampiliga sterkt, og hóast Hillerød eru hálvtannað stig framanfyri okkum, kunna útisetarnir við stórsigri á Øbro væl møguligt vinna deildina. Áttanda og seinasta umfar verður 16.mars.
Støðan í toppinum:
Hillerød29,5
Føroyar28,0
Helsingør27,0
Fredriksberg26,0