Kramnik vann fyrsta talvið

HM-dysturin millum heimsmeistaran Vladimir Kramnik og avbjóðaran Peter Leko, fór av bakkastokki leygardagin. Fjúrtan talv skulu telvast

Talv

Tað ringasta sum kundi henda fyri 25 ára gamla Peter Leko (2741) úr Ungarn, hendi: hann tapti tað fyrsta talvið, enntá við hvíta fólkinum. Hin fýra ára eldri Vladimir Kramnik (2770) leikti eina sokallaða nýggjheit í russisku byrjanini, har hann lat frúnna fyri rók og bisp. Við í offrinum fekk hann eisini eina frífinnu, sum argaði Leko nógv.
Kramnik telvaði sannførandi. Feskt byrjanarspæl, kalt miðspæl og millimetrapresist endaspæl. Tó eigur Leko eisini heiðurin fyri talvið. Hann gjørdi bert 1-2 smáir feilir, men tað hevur ein einfalt ikki ráð til ímóti Kramnik.
Leko leikti seg í HM-finaluna fyri tveimum árum síðani, tá hann vann Dortmund 2002. At tað er gingin so rúm tíð áðrenn hann endiliga slapp framat Kramnik, hevur sínar talvpolitiskar og fíggjarligar orsøkir. Fyri hálvum ári síðani varð endiliga greitt, at HM-dysturin fór at verða telvaður í Brissago, Sveis, í døgunum 25. septembur ? 18. oktobur.
Vinnarin av hesum dysti hittur vinnaran av Kasparov-Kasimzhanov, sum helst verður leiktur einaferð í fyrru helvt av 2005. Tástani fáa vit ein heimsmeistara aftur, eftir at talvheimurin hevur verið í tvíningi seinastu ellivu árini. Tó eiga vit kortini at uppfata Kramnik-Leko dystin sum ein veruligan heimsmeistaraskap.
Fyrrverandi heimsmeistarin, Anatoly Karpov (2682), var heiðursgestur hjá fyrireikarunum í hesum fyrsta talvi. Karpov flutti fyrsta leikin hjá Leko, 1. e4, smeyg sær av talvpallinum og talvið kundi byrja.
Karpov telvar lítið fyri tíðina, og tá hann tekur lut í kappingum, gongur tað oftani illa. Men 53 ár er eingin aldur fyri ein telvara og eiga vit tí ikki longu at blaka legenduna í gloymibókina. Hygg bert eftir Viktor Korchnoi, 73 ár. Á komandi altjóða ratinglista hevur hann aftur bart seg uppá 2600 í rating og harvið topp 100! Seinasta árið hevur Korchnoi nevnliga havt ca. 2570, men orkufrekur sum hann er, kann hann 1. oktobur aftur kalla seg 2600-telvara.

Optimistiskur Leko
Hóast hann fekk keðiliga byrjanarlagnu sást tað als ikki á Leko, at hann nú hevur illtungt arbeiði fyri framman, um hann vil inn aftur í dystin. Fyri fýra árum síðani tapti Kramnik nevnliga einki talv í HM-dystinum ímóti Kasparov, men vann hinvegin tvey og leikti trettan javnleikir. Leko má vinna dystin fyri at kalla seg heimsmeistara, tá javnleikur 7-7 er nóg mikið hjá Kramnik at varðveita heitið.
Leko var smílandi eftir fyrsta talvið, tá hann hitti tíðindafólk. Tað var faktiskt hann sum prátaði mest av høvuðspersónunum báðum. Ein góður tapari. Sunnudagin sást tað eisini aftur á borðinum, tá Leko við svarta fólkinum leikti fløkt og optimistiskt. Hann vildi testa Kramnik, men russin var skjótur at bjóða Leko javnt eftir einans átjan leikum. Kramnik treivst helst ikki í opnu fløktu støðuni. Javnleikur við svørtum er altíð gott móti Kramnik og Leko takkaði fyri tilboði. Støðan er tí 1,5 ? 0,5 til Kramnik. Tólv talv resta í.