Krav um 12,2 í miðal

International Business á CBS setti hægsta karakterkravið í Danmark.

Einans tey, ið høvdu sprongt karakterstigan, kundu í ár frøast um upptøku á International Business útbúgvingina á Copenhagen Business School. Karakterkravið gjørdist nevniliga 12.2, sum eisini er hægsta kravið um miðalkarakter av øllum donsku útbúgvingunum í ár.

 

Hóast nakrar útbúgvingar seta óveruliga høg karakterkrøv, hava næmingar við einum 9-talið í miðali framvegis møguleika at sleppa inn á 9 av 10 útbúgvingunum í Danmark, meðan tað tilsamans eru áleið 40 útbúgvingar, sum krevja hægri miðalkarakter enn 10.

 

Tað eru nógvu umsóknirnar fyri hvørt lestrarpláss, ið trýstir karakterkrøvini upp fyri einstøku útbúgvingarnar. Aftur í ár eru met nógvir umsøkjarar, og tilsamans hava áleið 1.100 fleiri fingið upptøkubræv frá donsku útbúgvingarstovnunum enn í fjør. Ivaleyst eru fleiri føroyskir umsøkjarar við í hagtølunum.

 

Sambært hagtølum úr stuðulsstovninum Studna, vóru fleiri enn 1.300 føroyingar undir útbúgving í Danmark í skúlaárinum 2014/15, og hava føroyingar í mong ár eisini havt Danmark sum sítt fremsta lestrarland. Millum best umtóktu útbúgvingarleiðirnar hjá føroyingum uttanlands, eru námsfrøði, læknavísindi, løgfrøði, sálarfrøði og ymsar samfelagsfrøðiligar útbúgvingar.

 

Til tess at lesa læknavísindi á Keypmannahavnar Universiteti, skal ein hava 11,1 í miðal, sálarfrøði kravdi 11,5, námsfrøði 8,8 og løgfrøði kravdi 9,6 á Keypmannahavnar Universiteti.