Kravið til búskaparliga skiftisskipan

Landsstýrið hevur verið í Keypmannahavn og sett fram sítt uppskot til ein nýggjan sáttmála, sum landsstýrið ætlar skal gerast millum fullveldið Føroyar og kongaríkið Danmark. Sáttmálauppskotið skal lýsa, hvussu framtíðarviðurskiftini millum Føroyar (sum ?fri og suveræn stat?) og Danska Kongaríkið kunnu skipast eftir ynski landsstýrisins.

Her uppií er so eisini kravið hjá landsstýrinum til eina búskaparliga skiftisskipan. Men her hevur rættiligur orðadráttur tikið seg upp, um hvat føroyska kravið til skiftisskipan í veruleikanum ber í sær. Serligur áhugi hevur verið fyri spurninginum um, hvussu langa skiftistíð landsstýrið hevur ætlað sær.

Eftir tí, sum higartil er komið fram, hevur landsstýrið sett fleiri krøv til búskaparliga skiftisskipan:

1) Eftirgeving av skuld til statskassan: 4,4 mia. kr.

1) Árlig veiting frá danska kongsríkinum uppá 650 mió. kr. Henda árliga veitingin skal halda fram, inn til føroyska bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, er vaksin til eina so stóra upphædd, at tær 650 mió. kr. svara til 3% av BTÚ. Tvs. at henda veitingin skal halda fram, inn til BTÚ er komin upp á knappliga 22 mia. kr. (í dag er BTÚ einar 7 mia. kr.)

1)Táið BTÚ er vaksin til eina so stóra upphædd, at tær 650 mió. kr. svara til 3% av BTÚ, skal veitingin minkast burtur eftir 3 árum.

1)Ymiskar tænastur úr Danmark skulu halda áfram ókeypis.

Avgerandi fyri, hvussu long skiftistíðin kann gerast eftir útspælinum hjá landsstýrinum, er tó, hvussu búskaparvøksturin fer at verða tey nógvu komandi árini. Tí kunnu vit seta eitt roknistykki upp, sum vísir skiftistíðina undir ymiskum fortreytum um væntaðan búskaparvøkstur.

Út frá 2) og 3) omanfyri kunnu vit tí seta hesa talvu upp, sum vísir hvussu long skiftistíðin kann gerast, alt eftir hvør miðal árligi búskaparvøksturin verður tey nógvu komandi árini:


Búskapar-Áramál

vøkstur(skiftistíð)

1,5%76 + 3 ár

2,0%57 + 3 ár

2,5%46 + 3 ár

3,0%38 + 3 ár

3,7%31 + 3 ár

4,0%29 + 3 ár

5,0%23 + 3 ár

6,0%20 + 3 ár

7,4%16 + 3 ár

10%12 + 3 ár

Ilt er at vita, hvør búskaparvøksturin verður tey nógvu komandi árini.

Men um vit fara til Hvítubók, so verður sagt har, at 2 % er ein varislig meting av búskaparvøkstrinum komandi árini. So um vit ganga eftir tí ?varisligu metingini? í Hvitubók uppá 2 %, so verður skiftistíðin:

57 + 3 ár = 60 ár.

Hvítabók vísir eisini á, at miðal búskaparvøksturin fyri árini 1962 ? 1999 var 3,7%.

So um vit ganga eftir miðaltalinum uppá 3,7% fyri hetta langa tíðarskeiðið, verður skiftistíðin:

31 + 3 ár = 34 ár.

Seta vit vøksturin til tað dupulta av søguliga miðalvøkstrinum, nevnliga 7,4%, verður skiftistíðin:

16 + 3ár = 19 ár.

Um vit at enda seta búskaparvøksturin til tað fimm-dupulta av teim 2%, sum Hvítabók roknar við, nevnliga 10 %, so verður skiftistíðin: 12 + 3 ár = 15 ár.

Út frá hesum kann so ein og hvør sjálvur ger sær sína meining um tað kravið til búskaparliga skiftisskipan, sum landsstýrið hevur sett donsku stjórnini, í samband við ætlanir landsstýrisins at skipa Føroyar sum fullveldisríki.


Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður