Hetta eru krøv sum handilslívið kemur at knógva undir, um tað verður samtykt, og sum ikki lata seg gjøgnumføra í eini handavending, og tí verður mælt til eitt skábrá uppá eini 3 - 4 ár til at tillaga marknaðin til føroyska vørulýsingarkravið. Sjálvandi hevði verið ynskiligt at so var, men hetta krevur, at fólk við neyðuga málkunnleikanum til fleiri av heimsmálunum, har flestu vørurnar verða framleiddar og seinri seldar um allan heim, tað veri seg enskum, týskum, kinesiskum, fronskum o. s. fr. verða sett at umseta úr hesum málum til eitt brúkaravinarligt føroyskt mál, sum skilst av hvørji sál, sum fer til handils í Føroyum, tí eg haldi meg ongantíð hava hoyrt eitt orð grett um, at fólk ikki skilja tað, sum stendur á brúkaravegleiðingini á norðurlendskum málum, enskum og kanska eisini á týskum, sum vit læra væl og virðiliga í skúlum okkara, og tí ikki skuldi verið nakar trupuleiki at skilt, men so fer vist at bila hjá teimum flestu og hetta í sjálvum sær, at føroyingar eru so mikið at sær komnir málsliga, tað er at fegnast um, og sum fáum londum er beskorið á stødd við okkum og eitt ótrúligt aktiv, tá ið tosað verður um alheimsgerðina og okkara leiklut í henni.
Lýsingar á føroyskum kosta
Skulu vit hava hvørja brúkaravegleiðing á føroyskum, so kann tað gerast heima í Føroyum, ella kravt verður haðani, at vit verða noydd at senda fólk til Kina ella Frankaríki at vegleiða í so máta. Eisini okkara egnu framleiðsluvirkir selja fiskavørur o.a. á føroyska heimamarknaðinum, men har standa eisini vørulýsingarnar á týskum, fronskum ella enskum, og eingin sigur nakað um tað, v.ø.o. vit gera júst tað sama sum onnur framleiðslulond, sjálvandi, tí stóra sølan fer jú út í heim til hesi fólkaríku lond, og vit liva nú einaferð av at selja fiskavørur úti í stóru verð, eins og hini londini selja teirra framleiðsluvørur um allan heimin, og har telja vit sum kunnugt bara nakrar og 40.000 sálir, og hava tí ongi krøv at seta, sum muna nakað í hesum stóra milliónasamanhanginum! Hetta hevur als onki við ov lítla virðing fyri føroyska málinum at gera, men er einans ein profittspurningur! Og at sammeta vørulýsingar við stríðið fyri heimarættinum hjá føroyska málinum her á landi í farnu øld, er heilt burturvið, og er als ikki sama søk. Og so er tað heldur ikki vist, at hesi framleiðsluvirki kring heimin, t. d. av hátøknivørum, líka frá eini vaskimaskinu til bilar og telduforrit vilja góðkenna slíkar maneualar á einum knortlutum fróðskaparmáli, sum er so íslendingafikserað, at gjógvin millum akademiska fróðskaparmálið og tað sum vanligi føroyingurin úti á gøtuni tosar, hon bara veksur og veksur alt verður meiri og meiri yvirlatið til tey sokallaðu professinellu á skúlaøkinum, í politiska tjakinum, í vinnutjakinum o. s. fr., so vanligi føroyingurin ikki hættir sær framat at taka orðið alment, og hvaðna minni á prenti!
Missurin málsliga
Og er tað stórur og álvarsligur missur bæði málsliga og samfelagsliga hetta álvarsmál verður ikki tikið uppá tunguna av fróðskaparfólkunum, hóast mangan er ávarað móti hesum uppbýtinum av føroyingum í eitt a og b lið málsliga, sum eisini so skilagott hevur verið víst á nú um dagarnar í greinum hjá ungu skilamonnunum Peturi Pálson, lærara og tónlistamanni, og Heina í Skorini, lesandi, men hettta er sum at sletta vatn á gás á puritanarnar á Debessartrøð, meðan tey harafturímóti liva hvør sær sæl í grópanini eftir íslendskum fyrimyndum og óføroyskum brongli. Og nýliga setta málstevnunevndin, sum skal gera eina frágreiðing til landssýrismannin um støðuna hjá føroyskum máli, hon umboðar so at siga bara tey sum taka fult og heilt undir við íslendingagerðini av máli okkara, burtursæð frá onkrum einstøkum gísla millum allar puritanararnar, og er tað stórt spell fyri endaligu niðurstøðurnar hjá nevndini!
Brúkarin kemur at gjalda
Uppskotið fer, um tað verður samtykt, at kosta handilsvinnuni hópin av peningi. Og tað er sum kunnugt bara ein, sum kemur at gjalda fyri gildið, og tað verður sjálvandi føroyski brúkarin, sum fær rokningina tí hvør annar skuldi komið at goldið fyri hesa føroysku vørulýsingina enn hann, sum longu í forvegin má gjalda meiri enn brúkarar í grannalondum okkara á so at siga øllum vørum? Lutirnir sum eru at fáa í einum hampiliga stórum handli við gerandisvørum teljast í túsunddatali, og skiftið í modellum og mótum innan allar vinnugreinir er óendaligt, so vit tosa ikki um tær smáu upphæddirnar, sum gjaldast skulu fyri! Uppskotið leggur upp til at senda rokningina víðari til okkara, sum gjalda kunnu fyri hetta ivasama tjóðskaparliga uppskotið! Og so er tað vandi á ferð, um vørulýsingin ikki er komin á vøruna, so sleppur hon ikki á handilshillarnar, so tað kann enda við í ringasta føri, at heldur tómligt verður at velja í hjá fólki, tí móðurmálsvørulýsingin er ikki komin uppá pláss, og so er onki at gera hetta verða kanska cubanskir tilstandir, men tað dámar jú pørtum av tjóðveldinum væl .
Fróðskaparfólkini ikki arbeiðsleys
Hetta er at leggja seg út í fríu handilsvinnuna hesa verðina har alt gongur so sera skjótt, og umsetararnir mugu vera nógvir í tali, (øll fróðskaparfólkini hava tryggjað sær livibreyðið restina av ævini og tjóðveldisflokkurin atkvøðurnar!) um málið skal røkkast, og vøran hon verður sjálvandi dýrari! Tjóðveldisfólkini á tingi, sum blivu konfronteraði við hesar spurningarnar, søgdu m. a., at tey meintu ikki við manualar á tekniska økinum, bilaøkinum o.s.fr. sjálvandi verður drigið í land nú, tá víst verður á tað høpisleysa í vørulýsingarkravinum? Og tjóðveldisfólk ræðast sín egna skugga.
Um ætlanin er at hjálpa móðurmáli okkara, sum vit øll eru góð við, og sum kanska er fyri einum tí harðasta ágangi í løtuni, serliga er tað ensk-amerikanska árinið, sum setur síni týðuligu spor, so er so nógva aðrastaðni, hjálpin kann fara, t.d. til at nútímansgera okkara skúlabøkur, at hjálpa fjølmiðlunum málsliga, at brúka pengar til at seta føroyska talu til vælumtóktu barnafilmarnar o.s.fr. Pengarnir høvdu farið nógvar ferðir betri, um hetta varð gjørt, enn at senda ein málfrøðing til Kina at vegleiða við eina vørulýsing, sum kanska tey fægstu lesa hóast alt! Reint pengaspill, sum tú og eg koma at gjalda! Og sum í hvussu so er ikki kemur móðurmálinum nevnivert til góðar.
Skilji væl, at fólk spyrja hvørji verð tjóðveldisflokkurin livir í?