Kravið um kanning longt til 31. mars

Øll ferðandi til Føroya skulu framhaldandi lata seg kanna

Ferðandi til Føroya verða kravd eftir koronukanning í øllum førum fram til 31. mars komandi ár, tí Farsóttarnevndin hevur gjørt av at leingja kravið.

Farsóttarnevndin sigur, at kravda kanningin hevur virkað sum eitt effektivt tól í stríðnum móti smittuni í Føroyum, og tí er avgerð tikin um at leingja kravið.

Farsóttarnevndin vísir samstundis á, at kravdar kanningar fara ikki at basa koronu av sínum eintingum, men skulu virka í samsvari vanligu leiðreglurnar um gott reinføri og frástøðu.

At enda sigur Farsóttarnevndin, at tað er umráðandi at lata seg kanna á 6. degnum eftir komu, tí ikki øll fáa sjúkueyðkenni, og tey kunnu av óvart bera smittuna víðari.