Kreativt handverk á bryggjuni

Hósdagin letur søluframsýningin Gluggaglæma við kreativum handverki innan pløgg, keramik, glas, tóvirki og øðrum spennandi upp í Müllers Pakkhúsi

Enn einaferð kunnu vit fegnast um, at tær báðar, Jónhild Johannessen og Randi Sigurðsdóttir Vang, hava uppfunnið tiltakið Gluggaglæma, har vit sleppa at síggja og keypa tað allarfínasta handverkið, sum fólk hava at bjóða. Hetta verður komandi dagnarnar, hósdagin til og við sunnudagin, í Müllers Pakkhúsi í Havn, har hugnalig café eisini er á skránni.

Tær báðar, Jónhild Johannessen og Randi Sigurðsdóttir Vang, upplýsa, at endamálið við Gluggaglæmu er at arbeiða fyri at fáa dygdargott føroyskt handverk og listhandverk fram í ljósið, - bæði tað, ið virkað verður í Føroyum, og úr útheiminum, ið hevur tilknýti til oyggjar okkara. Við framsýningum, arbeiðandi verkstaðum, handverkskappingum og øðrum vilja tær skapa karmar fyri gróðri og íblástri til eitt livandi og mennandi handverksumhvørvi.

Gluggaglæma hevur verið fýra ferðir áður. Hetta var árini frá og við 2003 til 2006. So tað eru heili trý ár síðani vit seinast høvdu høvi at síggja og keypa tað nýggjasta innan føroyska handverkslist.


Klæðir í skapa føroyingin

Í sambandi við, at Tórshavnar Kommuna hátíðarheldur 100 árini sum fólkavald kommuna, hevur Gluggaglæma eisini samstarvað við kommununa um eina serframsýning undir heitinum »Klæðir, ið skapa føroyingin«.

Her hava fólk seinastu fimm mánaðirnar havt møguleika fyri at senda inn hugskot um klæði, við støði í orðingini: ”100 ár á baki og visjónir um framtíðina flutt yvir á klæðir og føroyingar”. Avbjóðingin var, við støði í mentanarligum samleika og visjónum um framtíðina at flyta eyðkenni við klæðum føroyinganna inn í framtíðar klædnabúnar til føroyskar menn og kvinnur.


Heiðrað vinnarar

Jónhild og Randi upplýsa, at inn eru komin 11 pør ella 22 stk. til serframsýningina, sum tríggir skikkaðir dómarar fara at meta um. Innkomnu avrikini verða mett út frá hepni og evni at sameina gamalt og nýtt á ein hegnisligan og visjóneran hátt. Latnar verða tríggjar virðislønir, sum verða ávikavist 25.000, 15.000 og 10.000 krónur. Virðislønirnar verða handaðar á palli seinasta dagin á søluframsýningini hjá Gluggaglæmu, hin 16. august. Eftir hetta verður serframsýningin við øllum teimum innkomnu avrikunum í Müllers pakkhúsi frá 21. august til 6. september.


--


Fakta

Gluggaglæma 13.-16. august er opin allar dagarnar kl. 10-20. Tó sunnudagin frá kl. 14.

Atgongugjald fyri vaksin er 30 kr og fyri børn 20 kr.


www.gluggalaema.fo