Fasti Gerðarætturin fer seinni í dag at kunngera úrskurðin í einum stríðsmáli millum ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum á eini síðuni og lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum og sjúkrahúsleiðsluna á Landssjúkrahúsinum á hini síðuni.
Les eisini: Kreppa á LSH: Royndu semju men uttan úrslit
Tað er leiðslan á LSH og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, ið hava kært ljósmøðurnar fyri Fasta Gerðarættin eftir, at 40 prosent av ljósmøðrunum seinastu vikurnar eru vorðnar sjúkrameldaðar vegna strongd og líknandi.
Les eisini: Kreppa á LSH: 40% av ljósmøðrunum sjúkrameldaðar
Tað meta leiðslan og lønardeildin ikki at vera sannlíkt og føra fram, at talan er um avtalað spæl í samband við, at ljósmøðurnar hava verið ónøgdar við leiðslubroytingarnar á føðideildini. Tí vilja tey hava Gerðarættin at taka støðu til, um ljósmøðurnar skulu tvingast aftur til arbeiðis.
Les eisini: LSH: Vilja tvinga sjúkrameldaðar ljósmøður aftur til arbeiðis
Ljósmøðurnar ávaraðu longu tá ið leiðslan brádliga framdi broytingarnar fyrr í ár, at nýggi bygnaðurin fór at hava við sær eina ótolandi støðu fyri ljósmøðurnar, og at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn tær máttu geva skarvin yvir vegna strongd.
- Vit hava roynt at gjørt vart við, at støðan er so mikið álvarsom, at okkurt má gerast nú. Vit høvdu veruliga væntað, at tey reageraðu fyrr, og skilja ikki hvat tey bíða eftir. Eingin kann arbeiða undir hesum fullkomiliga ótolandi umstøðunum. Tað snýr seg um vikur, í ringasta føri dagar, áðrenn vit ikki kunna liva við hesum longur, segði Rannvá Simonsen, virkandi forkvinna í Ljóðsmøðrafelagnum, við Sosialin 4. mai.
Les eisini: Jarðarmøður: Ikki nóg trygt hjá barnakonum
Í drúgvari kæru send til Heilsumálaráðið nevna tey átjan punktir, ið tey ynskja ráðið at gera nakað við.
Tey eru fylgjandi:
Viðv. leiðandi ljósmóðir:
1. Áhaldandi brot á sáttmálaásettar starvslýsingar fyri leiðandi ljósmóður og deildarljósmóður
2. Vantandi hoyring hjá leiðandi ljósmóður, tá avgerandi broytingar verða framdar innan barnakonuøkið
3. Vantandi møguleikar hjá leiðandi ljósmóður at úttala seg alment um slíkar broytingar, hóast hon hevur evstu ábyrgd og avgerðarrætt í ljósmøðrafakligum viðurskiftum í Føroyum
Viðv. avgerð um sundurbýting av føðideildini á Landssjúkrahúsinum:
4. Vantandi vilja til kunning og hoyring av ljósmøðrabólkinum frá stjórn
5. Mannagongd tá avgerð um grundleggjandi broytingar í arbeiði hjá ljósmøðrunum verða framdar
6. Vantandi ella meiningsleysar grundgevingar fyri avgerðini
7. Vantandi atlit til bestu fakligu førleikar, tá slík avgerð verður tikin
8. Vantandi atlit til lógarfesta ábyrgd hjá ljósmøðrum og sjúklingatrygd
9. Vantandi fíggjarligt atlit í mun til avleiðingarnar av avgerðini
10. Vantandi atlit til munandi skerjing av arbeiðsøkinum hjá ljósmøðrum, havandi við sær nógv verri møguleikar hjá ljósmøðrum at starvast í Føroyum í framtíðini
Viðv. arbeiðsumhvørvi á Landssjúkrahúsinum:
11. Áhaldandi ágang, illvilja og vantandi vilja til samstarv frá øðrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum
12. Persónligan ágang frá sjúkrahússtjóranum móti navngivnum ljósmøðrum
13. Grundleggjandi vantandi virðing fyri ljósmøðrunum og arbeiði teirra
14. At valdsstíð millum fakbólkar og serøki sleppa at halda fram
15. Vantandi samsvar millum missión og visjón, strategimál og veruleika - at eingin átøk tryggja hesi
16. Leiklutin hjá starvsfólkaleiðaranum. Vánaligan starvsfólkatrivnað og væntandi átøk
Viðv. fakligu dygdini á Landssjúkrahúsinum:
17. Vantandi krøv um ábyrgd, samstarv, hoyring og vísindalig atlit til mannagongdir skrivaðar í PLI
18. At ábyrgd ikki verður tikin av trupulleikanum við manglandi føðilæknum
Les eisini: Barnakona: Eg kenni meg sera ótrygga á Landssjúkrahúsinum
Les eisini: Kreppa á LSH: Mikumorgun fellir avgerðin
Les eisini: Afturum kreppuna á LSH: Ljósmøðurnar kærdu viðurskiftini í apríl
Les eisini: Kreppa á LSH: Hetta skriv hava tær sent til Danmarkar