Analysa
Samstarvið í samgonguni sær út til at vera álvarsliga hótt. Síðani Magni Laksáfoss í Sosialinum gjørdi vart við, at hann heldur tað vera óráðiligt at fara undir at byggja tunnil í Sandoynna og síðani hevur funnist at sjómansfrádráttinum, hava nógvir samgonulimir funnist harðliga at honum fyri at føra síni sjónarmið í fjølmiðlunum, ístaðin fyri á samgongu- og landsstýrisfundum.
Í einum innslagi í Degi & Viku fríggjakvøldið fær nýggi landsstýrismaðurin hjá Sambandsflokkinum ákoyringar fyri at vera kúrrur á landsstýrisfundum, men ístaðin brúka fjølmiðlarnar til at lufta síni sjónarmið.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur nú meldað seg í kórið av atfinnarum. Hann heldur ikki, at Magni Laksáfoss førir síni sjónarmið fram á landsstýrisfundum, sum hann átti, men ístaðin fer í fjølmiðlarnar við teimum.
- Eg haldi, eg kann siga við vissu, at hann ikki hevur tikið málið til viðgerðar har. Málið hevur verið uppi at venda undir ymiskt, men tað hevur ikki verið lýst og avgreitt soleiðis, sum vit hava sæð tað í fjølmiðlunum, sigur Bjarni Djurholm við Dag & Viku.
Sjálvur avvísir Magni Laksáfoss, at hann ikki hevur havt málið uppi innanhýsis í samgonguni.
- Eg havi tikið tað bæði upp á landsstýrisfundum og samgongufundum, og tað hava enntá verið samgongufundir um júst hetta. Her hava allir møguleikar verið til at spurt til míni sjónarmið, sigur Magni Laksáfoss við Dag & Viku.
Ónevndir tingmenn siga við sjónvarpið, at Magni Laksáfoss ikki skal hava verið so opinskáraður á samgongufundum.
John Johannesen heldur, at Sambandsflokkurin longu er farin í holt við eitt valstríð.
- Hetta er eitt beinhart valstríð, sum Sambandsflokkurin er farin í gongd við, og hann roynir at máa støðið undan samgonguni. Eg vil mæla Kaj Leo Johannesen til at lurta eftir sínum egnu orðum, har hann sigur, at Sambandsflokkurin altíð heldur gjørdar avtalur, sigur John Johannesen, sum tó sigur seg vera samdan í, at Sandoyartunnilin eigur at bíða. Kortini heldur hann, at ein loysn átti at verðið funnin innanfyri samgonguna.
Magni Laksáfoss heldur hinvegin, at málið eigur at kunna viðgerðast í fjølmiðlunum.
- Vit hava ein yvirupphitaðan búskap, og tað vita fólk. Hetta er tað mest týdningarmikla málið, sum vit hava júst nú. Hví kunnu vit so ikki diskutera hetta í fjølmiðlunum?, spyr Magni Laksáfoss og vísir á, at Vinnuhúsið nevnir tað, og fakfeløg og partafeløg nevna tað.
Løgmaður júst afturkomin
Løgtingsval skal haldast í seinasta lagi 19. januar 2007. Stóri spurningurin er so, um verandi ósemja, ið nú sær út til at hava útviklað seg til eina veruliga samgongukreppu, kemur at bera í sær, at føroyingar skulu til val í úrtíð. Svarinum upp á hendan spurningin situr bert løgmaður við, og hann hevur higartil hildið fast við, at valið ikki kemur fyrr enn í januar, tá tað skal haldast. Tað ger Jóannes Eidesgaard, sum júst er komin aftur av ein tríggjar dagar almennari vitjan í Álandi, framvegis.
Hvat heldur tú um ákoyringarnar, sum Magni Laksáfoss fær frá til dømis Bjarna Djurholm, har hann endurgevur frá innanhýsis landsstýrisfundum og sigur seg ikki minnast, at landsstýrismaðurin skal hava tikið málið um Sandoyartunnilin upp, men heldur velur at fara til fjølmiðlarnar?
- Nú havi eg ikki sæð innslagið, so tað havi eg fyribils ikki nakrar viðmerkingar til?
Er samgongan í kreppu?
- Tað havi eg heldur ikki hug at gera nakrar viðmerkingar til beint nú. Lat meg líka koma í land av Norrönu, so eg fái møguleika at hugsa hetta nærri ígjøgnum, sigur Jóannes Eidesgaard í stuttari viðmerking til politisku støðuna.