Tað eru serliga boð eftir fakfeløgunum nú kreppan tykist vera veruleikin. Hetta sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafeg í oddagrein í Skúlablaðnum, sum kom út um dagarnar.
- Allir sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum ganga út 1. oktober í 2010. Tað er søguligur møguleiki at skipa samráðingarnar øðrvísi, so allir partar í góðari tíð kunnu áseta lønarkarm, áramál, skipa sáttmálarnar saman og fremja felagsátøk, sigur Magnus Tausen í oddagreinini.
Eisini fílist hann á, at politikarar og bankar royna at fjala út yvir kreppuna.
- Í slíkum tíðum eru boð eftir fakfeløgum, sum kunnu standa saman og sláa ring um fólkið, sigur Magnus Tausen, sum vísir á, at fakfeløgini hava gjørt vart við, at lønarhækkingarnar hava ikki vart móti hækkandi prísum.
- Løntakarin fær ikki ágóðan av lønarhækking síni í góðum tíðum. Og tá prísir og rentir lækka, fáa vit heldur ikki ágóðan, tí bankar og onnur taka sín ríkiliga lut. Alt snýr seg um reallønina, og har eru fakfeløgini og landsmyndugleikarnir í sama parti, sigur Magnus Tausen.
Hann heldur tað vera løgið, tá ið sagt verður, at alt er so nógv dýrari her, tí vit eru so smá og fjarskotin.
- Sjálvt rentulækking skal førast so langt norður, at størsti parturin er burtur, áðrenn hon er framkomin. Tí er tørvur á einum krútsterkum eftirliti, sum myndugleikarnir ikki hava viljað raðfest, sigur hann.
Tað er nú, at boð eru eftir einari sterkari fakfelagsrørslu, sum kann standa saman og sláa ring um fólkið, sigur Magnus Tausen, formaðurin í Føroya Lærarafelag.