Real Madrid hevur fyri kortum skift venjara, men kreppan heldur fram í felagnum. Real Madrid tapti í dag heili 3-0 á útivølli móti Eibar í sponsku landskappingini. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at lítla Eibar hevur vunnið á Real Madrid í La Liga.
Real Madrid skifti fyri kortum venjara, tá Julen Lopetegui bleiv boyrdur eftir bara nakrar mánaðir. Í hansara stað kom fyrrverandi spælarin, Santiago Solari. Eftir eina góða gongd, so tapti hann í dag fyri fyrstu ferð.
Seinni í kvøld verður toppdystur í Madrid, har Atletico Madrid tekur móti FC Barcelona. Hesi eru í harðari kapping við Sevilla um oddasessin.