Kreppan í samgonguni: Eg hopi at samgongan kann halda fram

Nú mugu vit hugsa um, hvat er best fyri samfelagið, sigur Jenis av Rana

– Eg hopi at samgongan kann halda fram, tí nú mugu vit hugsa um, hvat er best fyri føroyska samfelagið. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður fyri Miðflokkin, og formaður floksins.

 

Sum vit skrivaðu í áðni, ætlar hann at fáa greiði á longu nú fyri jól, fyri at vita um grundarlag er fyri at samgongan heldur fram. Men hann ásannar, at hann vónar, at samgongan heldur fram, tí hann heldur, at tað fer at fáa vanlukkuligar avleiðingar at lata samfelagið upp í hendurnar á flokkunum, sum nú eru í andstøðu.

 

Men tit hava áður boðað frá, at verður málið um sammøður samtykt við atkvøðum frá samgonguni, er samgongan slitin?

 

– Vit hava ikki lovað at slíta samgonguna, men vit hava ávarað okkara samgongufelagar um, at tað kann verða avleiðingin – og støðan er framvegis tann, at tað kann verða avleiðingin, sigur Jenis av Rana.

 

Men í politikki mugu vit altíð taka støðu út frá støðuni, sum hon er beint nú, sigur hann. Hann minnir eisini á, at tá ið samgongan varð skipað, staðfesti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at gekk samgongan ikki í takt, varð hon slitin, tí so bar ikki til at halda fram.

 

 – Samgongan hevur ikki gingið í takt, men løgmaður hevur ikki sagt hana upp kortini, tí vit taka støðu út frá tí veruleika, sum er. Í politikki seta vit mørk, men mørkini flyta seg sum støðan broytist, og vit mugu hugsa um, hvat tænir samfelagnum best, sigur Jenis av Rana.

 

Hann sigur, at hetta kann saktans enda við, at Miðflokkurin ger álvara av hóttanini um at slíta samgonguna, men tað kann eisini vera, at samgonguflokkarnir brúka hesa tíðina til at rannasaka seg sjálva og at fáa disiplin í arbeiðið aftur. Jenis av Rana sigur, at sum hann segði fyrr í morgun, er tað ein avgjørd treyt fyri framhaldandi samstarvi.

 

Men verður úrslitið av hesum, at samgongan slitnar, verður samfelagið latið upp í hendurnar á andstøðuflokkunum. Og Jenis av Rana sigur, at hendur tað, verða fleiri mál samtykt, sum føra okkum longur burtur frá kristnu virðunum.

 

Eitt er tað, at málið um sammøður er samtykt, men kemur ein onnur samgonga framat, verða tað fleiri onnur uppskot av sama slagi, sum verða samtykt. Tað er ikki okkara politikkur og tað kunnu vit forða fyri við at halda fram við núverandi samgongu og tí vóni eg, at hon kann halda fram, sigur Jenis av Rana.

 

Men so mugu vit fáa lyfti frá hinum flokkunum um, at so má samgonguskjalið haldast, og tað er hetta, vit nú fara at royna. Sum støðan er í dag, kunnu vit halda fram, men vit mugu fáa lyfti frá samgongufeløgunum um, at tað, sum hendi í gjár, skal ikki henda aftur.

 

Men Jenis av Rana sigur, at nú Løgmaður hevur givið tingfólkum hjá Sambandsflokkunum frítt at fara at bróta samgonguskjalið, er ikki stór vón fyr at kunna halda fram. Hann vísir á, at løgmaður hevur sagt, at tinglimir fyri Sambandsflokkin kunnu atkvøða eftir síni egnu sannføring í málinum um sammøður. Tað er brot á samgonguskjalið, tí tað stendur í tí, at mál skulu ikki samtykkjast uttan so, at øll samgongan er samd um tað.

 

Les eisini: Kreppan í samgonguni: Hann vil fegin hava eitt svar fyri jól